Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóan Pauli fegnast um avrikið men harmast úrslitið – Steffan A. Løkin harmast um avrikið men fegnast um úrslitið

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Magnus Jørmundsson siga frá teimum seks málunum, ið vóru skotin í dystinum ÍF-NSÍ 2-4 (0-1). Hoyr eisini Magnus taka samanum dystin, ið var tað frægasta avrikið hjá ÍF í longri tíð. Hoyr somuleiðis samrøðurnar Trygvi gjørdi við fyribils venjaran hjá ÍF, Jóan Paula Jacobsen, ið kann staðfesta eitt gott avrik, men harmast um tapið, og samrøðuna Trygvi gjørdi við 3-2 málskjúttan hjá NSÍ, Steffan A. Løkin, ið fegnast um úrslitið, men heldur, at leikliga avrikið ikki var nóg gott.

Mynd: Trygvi Absalonsen