Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elon Musk: – Tað hevur verið hart at eiga Twitter

Fyri fyrstu ferð síðan Elon Musk keypti Twitter, ásannar Musk, at tað hevur verið trupult at reka Twitter. "Hetta hevur ikki verið nøkur veitsla", sigur Musk

Elon Musk hevur í einari samrøðu við BBC nú ásannað, at tað hevur verið “pínufult” at reka Twitter, og at talan hevur verið um ein “russjibana”.

Í samrøðuni ger Elon Musk eisini greitt, at hann hevði verið sinnaður at selja Twitter aftur, um rætti keyparin var til staðar.

Talan var um ein rokmiklan handil, tá Elon Musk loksins keypti Twitter fyri 44 milliardir dollarar í oktober í fjør. Ætlanin hevði tá í fleiri mánaðir verið, at Musk skuldi keypa Twitter, men sølan av sosiala miðlinum dróg út, tí Musk vildi vera við, at seljararnir høvdu ikki verið erligir um, hvussu støðan við følskum brúkarum á Twitter var.

Seljararnir hóttu tá við sakarmáli, um Musk ikki fullførdi keypið, og endin varð, at Musk mátti keypa Twitter.

Tíðin síðan keypið hevur kortini verið eins rokalig og tíðin undan keypinum, og til spurningin um hann angrar at hava keypt Twitter svarar Musk, at “pínustøðið” hevur verið høgt, og at “hetta hevur ikki verið nøkur veitsla.” Hann leggur kortini aftrat, at hann heldur, at tað var rætt at keypa Twitter.

Tað eru ikki allar avgerðir hjá Musk, sum hava verið eins væl móttiknar, og millum teirra var avgerðin at fremja hópuppsagnir í felagnum. Tá Musk keypti felagið, hevði Twitter umleið 8000 starvsfólk, men hetta talið liggur sambært BBC í dag um 1500.

Twitter hevur leingi verið fyri atfinningum fyri at stuðla undir falsatíðindum og falsakunning, og nógv vilja vera við, at hetta gjørdist verri, eftir at Musk keypti Twitter.

Musk vísir kortini hesum atfinningunum frá sær og ger greitt, at nógv hevur verið gjørt fyri at sletta falskar brúkarar av Twitter, og at tíðindafólk hava ikki einaræði á, hvat er sannleiki og ikki.

Les eisini...  Hvørji klæðir skal eg hava við um eg ferðist til Japan?

Elon Musk er í løtuni heimsins næst-ríkasta fólk, og mett verður, at hann eigur um 190 milliardir dollarar.