Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Matur fyri Pætur nr. 01

Í fyrstu sending av Matur fyri Pætur, sum verður send hvønn fríggjadag kl. 17.15, borðreiða Anna og Óli frá Heimablídni hjá Onnu og Óla á Velbastað við fiski.

Uppskriftin uppá karrysuppu við fiski:

2 fiskafløk, 3 leykir, 5 fet hvíttleyk ella 2 lítlar rundar, heldur ov nógv enn ov lítið, 3 purrur, 5 gularrøtur, 5 miðal kókaði epli, 5 lógvar av skornum hvíttkáli, 1 dós tomatpuré, 2 litrar grønmetisboullion, olju, karry, salt, pipar og 3 lauberbløð 1 hálvan pott av frískum timina, bundið saman, so tað er lætt at fáa úr suppuni aftur. Ein spísiskeið av turkaðum timina kann eisini brúkast. Hita karry í olju í grýtuni; sker leyk, hvíttleyk , og purrur smátt og steik í karryoljuni; koyr boullion, epli, lauberbløð og timian í og kóka eina løtu, umleið 20 min, til grønmetið er moyrt. Tak lauberbløð og timian úr suppuni. Blenda síðan suppuna við tomatpuré og smakka til við salt, pipar og mango chutney, hot ella sweet ella eitt sindur av hvørjum, alt eftir hvat tú eigur inni. Koyr skornar gularrøtur í og kóka í 10-15 min. Meðan suppan kókar kanst tú gera kálið klárt. Olja verða hitað við eini spísiskeið av karry í og kálið vent í til tað hevur fingið hita. Tað skal ikki blíva bleytt, men hava bit. Koyr eitt sindur av flaka salti á. Koyr síðan hvíttkál og smáar bitar av fiskaflaki í supputallerk og rúkandi heita suppu omaná og lat standa 2-3 min, til fiskurin er loyptur. Afturvið smakkar væl at eta ostabreyð. Brúka okkurt breyð tú eigur inni, smyr við sinnoppi og koyr ost á. Set í heitan ovn og lat standa til osturin er væl smeltaður. Vælgagnist😀

Les eisini...  Tíðindini klokkan 12

Vertur er Óli G. Samuelsen.

Samskipari og myndatakari: Stella Zachariassen