Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Matur fyri Pætur nr. 02

Í hesari sending, sum er onnur sendingin av Matur fyri Pætur, borðreiða Anna og Óli við einari Laksa spinat lasagna. Sera vælsmakkandi.

Uppskrift laksalasagnu og salat til 6 fólk 3 pakkar av ferskum laksi, 1 pk av lasagnuplátum, 2 pk frystum spinati, 2 pk Morney sós, 1 muskatnøt, 1 stóran posa av rivnum osti, 1 iceberg salat.

Byrja við spinatinum. Tinaða spinatið verður kroyst, so vætan fer úr, koyr so í eina grýtu. Koyr eitt sindu av róma í saman við salt og pipar. Brúkað malið muskat ella rivna nøt at smakka til. Í meðan spinatið kókar á lágum hita, verður laksurin skorin í flísar, umleið 1 cm, stroyt eitt sindur av saltið á. Tak eitt rímuliga stórt eldfast fat og legg eitt lag av spinati í botnin, legg eitt lag av lasagnuplátum á og stoyt Morney sós á. Legg laksin á og aftur spinat omaná. Síðan eitt lag av lasagnuplátum og Morney sós. Set í heitan ovn 225 gradir í 25 til 30 min. Tá 10 min eru eftir, koyr so ríkiligt av rivnum osti omaná.

Salat Luxembourgskur dressingur: 5 fet av hvíttleyki, salt og pipar, 1 spsk sinnoppi, 1 spsk mayonnaise, 2 spsk av reyðvínseddiki og einar 6 spsk av góðari olivinolju. Sker hvíttleykin smátt. Rør mayonnaisu, sinnop, salt og pipar væl saman. Kory eddikin í og rør aftur væl og koyr síðan oljuna spakuliga í meðan tú rørir. Dressingurin kann gerast í góðari tí, so fær han betri smakk. Salatið verður skorið og dressingurin blandaður í beint áðrenn borðreittt verður.

Vertur: Petur Zachariassen

Samskipari og myndatakari: Stella Zachariassen