Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljósmøður eftirlýsa rætt til at virka undir í fosturtøkuspurninginum

Eitt skriv er sent til rættarnevndina hjá Løgtinginum, har 17 ljósmøður vilja hava lógartryggjaðan rætt at virka undir

– Við hesum heita undirritaðu á Løgtingsins Rættarnevnd um at virka fyri, at heilsustarvsfólk fáa lógartryggjaðan rætt og lógartryggjað samvitskufrælsi at virka undir, eins og heilsustarvsfólk í Danmark.

Soleiðis ljóðar eitt skriv, ið 17 ljósmøður hava sett sína undirskrift á, sum heita á nevndina um at virka fyri, at tær fáa lógartryggjað samvitskufrælsi til at nokta at fremja fosturtøkuinntriv.

Tær vísa á, at í Danmark hava heilsustarvsfólk rætt til at nokta at gera fosturtøkuinntriv, um tað stríðir ímóti teirra moralsku sannføring.

Ljósmøðurnar siga, at ein lógartryggjaður rættur hevði verið sámilig trygd og sámiligt samvitskufrælsi í okkara samfelagi at virka undir eftir teirra áskoðan.