Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mæla til at avmarka tíðina hjá børnum á sosialum miðlum

Norðurlendsk tankasmiðja heldur, at tey norðurlendsku londini eiga at ganga á odda fyri at minka um tíðina, ið børn brúka á sosialum miðlum. – Vit hava roynt at fingið tøknirisarnar til at loysa hetta, men tað er ikki hent. Tí heita vit á politikkararnar um at gera nakað við hetta, sigur føroyska umboðið í Nordic Think Tank for Tech and Democracy, Jákup Brúsá

Vit kenna tað væl.

Okkara børn brúka alt ov nógva tíð til at síggja eina ørgrynnu av dansivideobrotum og øðrum á eitt nú TikTok. Men tað eigur at vera eitt mark fyri, hvussu longi børn og ung kunnu brúka tíðina á tílíkum pallum. Og so eiga sosialir miðlar at blíva betri til at handevja aldursmarkið.

Tað heldur norðurlendska tankasmiðjan, har Jákup Brúsá úr Føroyum er føroyska umboðið, ið kannar hvussu tøknirisarnir ávirka fólkaræðið í Norðurlondum. Í síðstu viku kom tankasmiðjan við 11 tilmælum til stjórnirnar í Norðurlondum, hvussu tøknirisarnir skuldu haldast í stuttum tjóðri.

– Alsamt fleiri kanningar vísa á, at børn, ið brúka nógva tíð á sosialum miðlum, mistrívast. Og tað eru tað tíverri fleiri og fleiri, sum gera, sigur Jákup Brúsá við FM1, sum í síðstu viku luttók á ráðstevnu í Keypmannahavn, har tey 11 tilmælini vórðu lagd fram.

Hann vísir á, at tað kann vera torført hjá børnum at stýra tíðini, og so uppliva børn eisini, at tey kunnu síggja tilfar á netinum, sum er óstortligt og harðrent.

– Tað tók áratíggju, áðrenn vit handlaðu upp á granskingarúrslit, sum vístu at royking var deyðilig fyri fólk, og seinni at CO2 er deyðiligt fyri jørðina. So tá granskingardeildir hjá sjálvu tøknirisunum vísa á, at børn og ung gerast sjúk av at ferðast á teimum ymsu pallunum, eiga vit bara út frá einum varsemis prinsippi at avmarka teirra atgongd, heldu Jákup Brúsá.

Heilt ítøkiliga mælir tankasmiðjan til, at vit fylgja í fótafetunum hjá innsatsum seinastu mongu árini yvirfyri sterkum rúsdrekka og sigarettir og tvinga teir sosialu miðlarnar at handhevja sínar egnu aldursavmarkingar. Norðurlond skulu harafturat halda fast við, at foreldra-avmarkingar fyri, hvussu nógva tíð børn og ung kunnu brúka dagliga á pallunum skal gerast til standardstilling, sum tað til dømis júst er blivið á TikTok, har allar barnakontur verða avmarkaðar til ein tíma um dagin – uttan so at foreldrini leingja tíðina.

Les eisini...  Enn eingin almenn frágreiðing hví Facebook og Instagram vóru niðri í gjár

Ikki ábyrgdin hjá foreldrunum
Tey 11 tilmælini frá tankasmiðjuni eru boð upp á, hvussu vit halda ein betri tóna á netinum. Tilmælini spreiða seg víða frá, hvussu vit taka burtur skaðiligt innihald á netinum, og hvussu vit kanna fakta í innihaldi, sum er gjørt av vitlíki (AI, jour.).

Hesi tilmælini skulu takast upp á politisk stig, heldur Jákup Brúsá. Tað hendir ikki, um vit bert lata tað vera upp til tøknirisarnar at loysa.

– Vit hava latið hetta upp í hendurnar hjá tøknirisunum at loysa, men tað er ikki hent. Tí heita vit á politikkarnar um at seta í ymisk átøk í verk. Hetta byggir í stóran mun eisini á lógarverkið, ið er og verður smíðað í ES, sigur Jákup.

Og tá tað kemur til atferð hjá børum á sosialum miðlum, so eigur ábyrgdin bara ikki at vera hjá foreldrunum.

– Foreldur kunnu altíð sjálvi avgera, hvørt teirra barn kann brúka fimm tímar á TikTok um dagin. Men vit leggja upp til, at tað sum útgangspunkt verður sett eitt mark fyri, hvussu longi børn kunnu brúka til sosialar miðlar – til dømis ein tíma um dagin. Á henda hátt er tað ikki ábyrgdin hjá foreldrunum at seta hetta markið. Heldur kunnu foreldrini geva loyvi til meirnýtslu, um tey ynskja tað, sigur Jákup Brúsá.

Tey 11 tilmælini kunnu lesast her.

Jákup Brúsá, sum er ráðgevi innan sosialar miðlar og samskifti, gjørdist í fjør partur av nýggjari norðurlendskari tankasmiðju, ið skal kanna, hvussu teir stóru tøknirisarnir ávirka fólkaræðið í Norðurlondum og koma við uppskotum til loysnir hesum viðvíkjandi. Tankasmiðjan varð sett í verk av Norðurlandaráðnum og hevur umboð úr øllum Norðurlondum.

 

Les eisini...  Tvær spennandi Firmakappingar á FM1 í dag