Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Petur Knudsen: – Tað ringasta eg havi upplivað

Eftir drúgvan skaða er Petur Knudsen endiliga aftur á vøllinum fyri Lyngby. Hann bleiv skiftur inn bæði í næstseinasta og seinasta dystinum fyri Lyngby. - Tað hevur verið eitt drúgt stríð at koma aftur hertil, sigur hann

Eftir 352 dagar varð Petur Knudsen innskiftur í dysti móti FC Midtjylland næstseinasta vikuskiftið, og tað var hann aftur hetta vikuskiftið, tá hann í yvirtíðini kom inn móti Horsens, sum Lyngby vann 2-1.

– Tað hevur verið eitt drúgt stríð at koma aftur hertil. Hetta hevur verið tað ringasta, ið eg havi upplivað á mínari yrkisleið. Eg gjørdi mær nógvar tankar, hvørt eg yvirhøvur fór at koma fyri meg aftur og vera tann sami aftur, so tað er heilt fantastiskt at vera aftur, sigur hann í samrøðu við bold.dk.

Seinasta hálvtannað árið hevur drigist við drúgvan skaða, tá hann fyrst fekk staðfest skaða í lærkrikinum, sum seinni vísti seg at vera ítróttarbrokk – eisini nevnt atletisk pubalgia, tá hann hevði pínu í lærkrikinum og maganum.

Tað var á sumri í 2021, at Petur Knudsen og Lyngby gjørdu ein tvey-ára sáttmála. Á vøllinum gekk tað eisini væl hjá unga runavíkinginum, har hann er skrásettur fyri átta mál.

Hann varð skurðviðgjørdur í fjør summar, og endurvenjingin hevur tikið drúgva tíð.

– Tað hevur tikið langa tíð at koma aftur, og til tíðir hevur tað verið sera ómotiverandi, tí eg visti ikki, nær eg kom aftur á vøllin. Men eg havi stríðst meg aftur og vant tað, ið eg skuldi venja, sigur hann.

Eftir at hava sitið nógv á súkkluni eftir skurðviðgerðina, so slapp hann út at venja í desember mánað, men ikki fyrr enn í byrjanini av mars mánað slapp hann at spæla dyst aftur.

– Tá eg byrjaði at síggja ljósið fyri endanum av tunlinum, so havi eg koyrt á við fullari ferð. Og nú, tá eg standi her og síggi, hvat tað harða arbeiði hevur givið mær, so eri eg veruliga errin, sigur Petur Knudsen við bold.dk.

Les eisini...  Árni: Vit vísa ein ótrúliga góðan hugburð

24-ára gamli runavíkingurin hevur sáttmála við Lyngby fram til summar.

Áðrenn Petur flutti til Danmarkar, leikti hann 138 dystir í bestu føroysku deildini og skoraði 53 ferðir fyri NSÍ. Hann leikti sín fyrsta dyst í bestu føroysku deildini longu sum 16 ára gamal.