Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eld í einari gravimaskinu í einum grótbroti norðanfyri.
Tá sløkkiliðið kom á staðið, vísti tað seg, at eldur var kyknaður í einum battaríi á einari gamlari gravimaskinu, men tíbetur sat battaríið uttaná gravimaskinuni, so sløkkiliðið fekk skjótt bast eldinum.
Tveir bilførarar í Eysturoy fingu í gjár klipp í koyrikortið, tí at teir høvdu ikki hildið hámarksferðina.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eitt løgreglufólk var í Eysturoy í gjár og gjørdi ferðamátingar, og tilsamans gjørdist hetta til fýra mál, harav tvey teirra endaðu við klippi í koyrikortið, tí hámarksferðin ikki varð hildin.
Hetta var bæði í og uttan fyri bygt øki.