Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðslan gleið lutfalsliga væl

Løgreglan upplivdi ikki stórvegis av ferðslutrupulleikum, tá Sandoyartunnilin læt upp í gjár

Í gjár var søguligur dagur, tá Sandoyartunnilin læt upp.

Í samband við hetta, vóru nógv fólk og bilar í Sandoynni, men Føroya Politi letur væl at ferðsluni í samband við hátíðarhaldið og tímarnar eftir tað.

– Onkur bilur var parkeraður, so hann var til ampa fyri ferðsluna, men vit fingu fatur á eigaranar, ið fluttu bilarnar. Tó vórðu vit noydd at steingja tunnilin eina lítla løtu, tí tað var so nógv trykk á, og tað førdi til langar røðir av bilum, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu – leið 5 – gavst at koyra eina løtu, tí tað var, sambært Tórshavnar kommunu, bilkaos á landsvegnum oman til Gomlurætt.

Fýra smá hálkuóhapp
Tað var hált ymsastaðni kring landið, og løgreglan fekk í gjár nakrar fráboðanir um nøkur ferðsluóhapp, og so vóru nøkur fólk eisini gliðin í hálkuni.

Fýra smá ferðsluóhapp eru fráboðaði, men talan var um smá ferðsluóhapp, har ikki nakar fólkaskaði stóðst av óhappunum.

Nøkur fólk, sum vóru gliðin, vórðu send til Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, men vaktleiðarin visti ikki í morgun at siga, hvussu tað spældi av hjá hesum fólkum.