Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ring koyrilíkindi kring landið

Tað er hált um alt landið, Á Gøtueiði er vegurin stongdur í løtuni, og ferðslan er tarnað á Sandavágshálsi

Landsverk skrivar, at tað er hált um alt landið. Tað er jarðrok í ælunum, og Landsverk heitir á fólk um at koyra varliga.

– Tað er nógv jarðrok á Oyggjarvegnum. Givist verður at grava á Oyggjarvegnum klokkan 19.

Fyrr í dag var vegurin um Gøtueiði stongdur eina løtu, tí ein trailari hevði rent seg fastan, og nú er vegurin aftur stongdur.

Ferðslan um Gøtueiði stendur still í løtuni (Mynd: Facebook/Dariusz Zablocki)

Tað er glerstoytt á leiðini, og vegurin er stongdur í løtuni.

– Seks trailarar standa um tvørt, og tað tekur tíð hjá Landsverk at koma fram, so fólk mugu hava tol, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi.

Eisini eru ring koyrilíkindi á Sandavágshálsi, og har er eisini proppur komin í ferðsluna.

Løgreglan heitir á fólk um ikki at koyra óneyðuga koyring, nú koyrilíkindini eru so ring.

Kavin darvar eisini flogferðsluna
Fimm flogfør skuldu lenda í Vágum í dag, har fleiri hondbóltsfjepparar skuldu koma heim aftur úr Berlin.

Eitt flogfar, sum skuldi koma úr Berlin, er enda í Bergen, og tað flýgur ikki fyrr enn í morgin árini.

– Eitt annað flogfar, sum skuldi flúgva úr Berlin í kvøld, sleppur heldur ikki heim, og fáa ferðafólkini í boði at gista í Berlin í nátt. So hava vit trý flogfør, ið vit vóna koma heim úr Berlin til Føroya í dag, men har er onkur seinking, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, við útvarpið á middegi.

Eitt av hesum trimum flogførum skuldi lenda klokkan 15.15, men tað stendur ikki at lenda fyrr enn klokkan 20.05. Eitt stendur til at koma klokkan 20.45 og eitt 22.35.