Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pinkubørn teljast millum bestu teknodansarar

Tað er nokk so náttúrligt fyri pinkubørn at merkja pulsin og "beatið" í teknotónleiki, halda tær báðar My og My, sum um vikuskiftið hava dansistovu í tekno fyri pinkubørn

Hoyr samrøðuna við tær báðar My Nilsson og My Grönholdt, sum Óli G. Samuelsen hevði í gjár

Gongur tú og hugsar um, hvørt pinkubørn eru góðir teknodansarar, so hevur tú møguleikan at finna svarið hetta vikuskiftið.

Um vikuskiftið er Norðurlandahúsið karmur um Frítt Flog, sum er festivalur fyri børn og ung, og millum tiltøkini á skrá er eisini Untz Baby Untz, sum júst er teknodansur fyri pinkubørn.

Tað eru tær báðar My Grönholdt og My Nilsson, sum eru komnar til Føroya at læra føroysk pinkubørn um kanska størsta mentanararvin úr Berlin, og spirit tú tær, eru pinkubørn framúr teknodansarar.

-Pinkubørnini vagga við. Tey eru glað fyri rútmu og puls, og tey ganga á øllum fýra og vagga aftur og fram við tónleikinum, sigur My Nilsson.

My Grönholdt (t.v.) og My Nilsson (t.h.) komu ein túr í FM1 at greiða frá, hvussu teknodansur fyri pinkubørnum virkar. Mynd: Óli G. Samuelsen

-Ja, tey eru heilt góð til at fanga pulsin og beatið í tónleikinum. Tað er er nokk so náttúrligt fyri pinkubørn, leggur My Grönholdt aftrat, nú tær báðar eru í studionum hjá FM1 og vitja.

-Hetta er kanska nakað, sum tey vaksnu eru komin eitt sindur burturfrá – hetta at kunna merkja tónleikin í kroppinum. Men tað er pinkubørnini heilt góð til, heldur My Grönholdt.

Endamálið við Untz Baby Untz er sambært teimum báðum at trýstsa til mørkini fyri, hvat vit halda, at børnum dámar og tola.
– Vit finna ofta útav, at børnum kunnu saktans dáma tað, sum teimum vaksnu dámar – kanska bara í einari aðrari útgávu.Og hetta við rútmu og tónleiki er yvirhøvur nakað, sum børnum dámar væl. Og tað er meira enn bara guittari og klaver – teimum dámar eisini væl tað, sum er eitt sindur meira abstrakt, sigur My Grönholdt.

Les eisini...  Nýtt skip í FAS

Untz Baby Untz hevur í grundini sín uppruna í dansikompanínum MyKa, sum onnur teirra setti á stovn saman við føroysku Katju Nielsen, og MyKa hevur í fleiri førum roynt at koma til Føroya at framføra.

Nú eydnaðist tað so endiliga, og úrslitið er tekno fyri pinkubørn í tveir dagar í Norðurlandahúsinum.

Fyrstu sýningarnar hava verið í morgun, og tvær sýningar eru aftrat í morgin. Onnur teirra er longu útseld, so tað er at gera skjótt av, skalt tú vita hvørji dansievni eru í beinunum hjá tínum lítla.

Tað er kortini ikki bara tey pinkulítlu, ið sleppa á dansigólvi, tí tey vaksnu kunnu eisini taka lut.

-Framsýningin bjóðar inn til at sleppa øllum – um tú torir – og at koma á dansigólvið at geva “max gas”, sigur My Nilsson.