Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú byrja Bókadagar

Rithøvundasamrøður, yrkingaupplestur, bókaframløgur, verkstovur, tónleikur, bókasøla og mangt annað. Ársins Bókadagar byrja hesa vikuna

Hósdagin 16. november kl. 17 hitar íslendski rithøvundurin, Jón Kalman Stefánsson, upp. Hann fer at greiða frá skaldsøgutríverki sínum, Himmal og helviti (útg. 2022), Harmur einglanna (útg. 2023) og Hjarta mansins (útg. 2023).

Fríggjadagin 17. november, kl. 17 verður bókaframløga av bókini, Toran gongur, eftir Rakel Helmsdal, umframt fernisering av myndunum í bókini, ið verða sýndar í Norðurlandahúsinum meðan Bókadagar eru. Kl. 20 sama dag verður poesikvøld á Blábar.

Nú er gongd komin í! Ein hópin av spennandi tiltøkum eru á skrá leygardagin og sunnudagin. M.a. verða rithøvundasamrøður við Heina í Skorini, Katrina Ottarsdóttir, Vónbjørt Vang, Kim Simonsen, Marjuna Syderbø Kjelnæs, Ingun Christensen, Daniu O. Tausen og fleiri onnur. Úr útlondum vitja norski rithøvundurin, Arne Svingen, danski rithøvundurin og tekniseriuskaparin, Allan van Hansen, og skotin, Charlène Busalli, ið fyriskipar Islay Book Festival. Á skrá eru eisini bókaframløgur, m.a. av bókini um Sonnu Dahl, Føroyskari Bókmentasøgu II, Góðkrúti, umframt nýggja Varðanum og Vencili.

Umframt alt hetta, eru eisini barnatiltøk, tónleikur, kjak og ein bókmentagongutúrur.

Gamli Bókahandil hevur bókasølu saman við Bókaklubbanum.

Øll tiltøk eru ókeypis. Skráin fyri Bókadagar sæst her:

https://www.nlh.fo/fo/tiltoek/bokadagar-2023