Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Chelsea vil hava Pochettino

Tað verður gitt dúgliga hvør verður venjari hjá Chelsea og tað sigst at eigarin Todd Boehly hevur ein lista av nøkrum áhugaverdum nøvnum.

Síðani Frank Lampard tók við sum venjari eftir Graham Potter, hevur ikki gingið eftir vild hjá London felagnum. Hann hevur tapt allar fýra dystirnar og seinast bleiv Chelsea eisini sent út úr Champions League ímóti Real Madrid.

Tann 6. apríl fekk Lampard sáttmála við Chelsea, sum er galdandi fyri restin av kappingarárinum.

Listin yvir møgiligum kandidatum er hesin:

Julian Nagelsmann

Luis Enrique

Zinedine Zidane

Mauricio Pochettino

Vincent Kompany

Samráðingar hava verið við Luis Enrique og Julian Nagelsmann, men teir hava báðir trekt seg í ynskinum at blíva venjarir hjá Chelsea. Fyrrverandi Real Madrid venjarin Zinedine Zidane hevur eisini verið nevndur, men ikki nakrar ítøkiligar samráðingar hava verið millum partarnar. Vincent Kompany er eisini nevndur sum ein møgulig loysn, aftaná hann flutti Burnley upp aftur í Premier League.

Journalisturin Fabrizio Romano fortelur í kvøld, at fyrrverandi Tottenham venjarin Mauricio Pochettino hevur verið í samráðingum við Chelsea og partarnir vóru eisini í kontakt áðrenn Graham Potter bleiv settur í september. Eingin avtala er gjørd enn, men tað sigst at báðir partarnir enn eru áhugaðir at halda framm við samráðingum.

Chelsea spæla næsta dyst ímóti Brentford, sum verður mikukvøldið á Stamford Bridge.