Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Árni Ellefsen gevst sum forstjóri í Bank Nordik

Í dag er seinasti dagur hjá Árna Ellefsen sum forstjóri í Bank Nordik, og samstundis tekur Turið F. Arge við sum nýggjur forstjóri

Árne Ellefsen, sum hevur verið forstjóri í Bank Nordik síðan 2015, hevur sín seinasta arbeiðsdag í dag.

Seinasti arbeiðsdagurin hjá Árna Ellefsen er á sama degi, sum bankin almannakunngerð roknskaparúrslitini fyri fyrsta ársfjórðing í ár, men Árni Ellefsen boðaði longu í fjør frá, at hann segði seg úr starvi.

– Árni hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði fyri bæði starvsfólk, kundar og samtakið sum heild. Hóast gongdin í heiminum hevur verið heldur óstøðug seinastu árini, hava vit í dag eitt sterkt, sunt og væl bjálvað samtak, og hetta eigur Árni sjálvsagt ein stóran lut í. Tíbetur hava vit nógv dugnalig starvsfólk og eina dugnaliga leiðslu, ið kunnu byggja víðari á tað góða abeiðið, sum er gjørt higar-til. Eg fari at takka Árna fyri hansara ídna íkast og ynskja honum blíðan byr”, sigur Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna í Bank Nordik. 

Turið F. Arge hevur seinastu tíðina verið rakstrarstjóri í Bank Nordik, men tekur í dag við sum forstjóri eftir Árna Ellefsen

Árni Ellefsen er 57 ár, útbúgvin cand.merc.aud og statsautoriseraður grannskoðari. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2011, og áðrenn hann kom í bankan, starvaðist hann millum annað sum grannskoðari og fíggjarstjóri. Turið F. Arge tekur nú við sum forstjóri í Bank Nordik. Turið F. Argehevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2015.