Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Paul Pogba í týðandi leikluti í Torino

Hálvfinalurnar í Europa League vóru spældar í kvøld, har Paul Pogba serliga hevði ein týðandi leiklut í dystinum ímillum Juventus og Sevilla í Torino.

Juventus vóru uttan Mattia De Sciglio, Bremer, Kaio Jorge og Mohammed Ihattaren.

Leingi sá út til at útiliðið Sevilla fór at taka sigurin heim til Andalusia.

Sevilla vóru uttan Tanguy Nianzou, men sóu kortini út til at verja væl.

Tá ið 25 minuttir vóru leiktir fór Lucas Ocampos rekandi í høgru síðu og fann Youssef En-Nesyri, sum legði Sevilla á odda. Hettar var eisini hálvleiksstøðan.

Massimiliano Allegri gjørdi av at skifta Paul Pogba og Federico Gatti miðskeiðis í øðrum hálvleiki, hettar skuldi vísast at gera avgerðandi.

Dómarin Daniel Siebert hevði lagt 6 minuttir afturat vanligu leiktíð, heimaliðið pressaði til tað síðsta.

Tá ið 96 minuttir vóru farnir, fekk Juventus eitt hornaspark í vinstru síðu, sum eisini var seinasti kjansur hjá heimaliðinum Juventus. Bólturin fann Paul Pogba í aftastu stong, sum fekk skallað bóltin yvir um til Federico Gatti og Juventus javnaði til 1-1.

Hettar gjørdist eisini úrslitið í Torino.

JuventusHagtølSevilla
59Possession %41
2Skot á mál5
7Skot í alt13
1,81xG (Expected goals)1,60
86Rættar avlevering í %79
441Avleveringar275
11Taklingar17
17Klearingar16
5Horna4
3Offside0
3Gul kort4
0Reyð kort0
9Brot frammt17
Kelda – Uefa og xgscore

Í hinum dystinum ímillum Roma og Bayer Leverkusen endaði við einum 1-0 sigri til heimaliðið úr Rom. Málið skoraði miðvallarin Edoardo Bove.

Seinni dysturin í hálvfinaluni verða spæld hósdagin 18. mai.

Dystargongdin

Roma – Leverkusen 1-0 (0-0)

Les eisini...  Innflutningurin heldur fram at minka

63′ Edoardo Bove 1-0

Juventus – Sevilla 1-1 (0-1)

25′ Youssef En-Nesyri 0-1

90+6′ Federico Gatti 1-1