Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Yvirlit: Lutakast til Europa League dystirnar í februar

Lutakast hevur verið í dag, og hesi lið møta hvørjum øðrum

Lutakast til dystirnar Europa League hevur verið í dag, har stór lið sum eitt nú AC Milan, Roma og Galatasaray vóru í bollanum.

Her eru eitt yvirlit yvir dystirnar, sum verða leiktir í februar og mars:

Feyenoord – Roma
AC Milan – Rennes
Lens – Freiburg
Young Boys – Sporting
Benfica – Toulouse
Braga – Qarabağ
Galatasaray – Sparta Prag
Shakhtar Donetsk – Marseille

Dystirnir verða spældir tann 15. og 22. februar. 

Teir átta vinnararnir av hesum áðurnevndu dystum skulu saman við átta liðunum, sum gjørdust nummar eitt í bólkaspælinum í Europa League, møta hvørjum øðrum í áttandapartsfinalunum, ið verða spældir í mars.