Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Reiley gjørdist ov stuttur

Rani Petersen og Danmark komu ikki víðari til finaluna í Eurovision

So nær við og tó so fjart frá.

Finalan í Eurovision leygarkvøldið verður uttan føroyska luttøku. Rani Petersen – Reiley – kom ikki víðari úr seinnu hálvfinaluni.

Tað er niðurstøðan, nú atkvøðurnar frá hyggjarunum eru taldar upp í seinnu hálvfinaluni í Eurovision.

Í kvøld skuldu 16 lond skerast niður til tíggju, og ímillum tey seks londini, ið ikki sluppu víðari, var Danmark.

Veddingarfyritøkurnar trúðu ikki ordiliga upp á Reiley, og væntaði ikki, at hann kom víðari, og nú kunnu vit staðfesta, at tær tíverri fingu rætt, sæð við føroyskum brillum.

Tað er altíð torført at byrja, at vera tann fyrsti, ið skal framføra. Og tað tóktist sum um, at Rani virkaði eitt sindur fjálturstungin í byrjanini av sanginum, men framførslan gjørdist betur og betur, og áskoðararnir vóru meira við í endanum av sanginum.

Men hóast Reiley ikki kom víðari til finaluna, so fer sangurin “Breaking my Heart” nokk at liva víðari millum manna, og vónandi fer sangurin eisini lata enn meira hurðar upp fyri Rana, tí hann leggur lív og sál í tað hann ger, og sum ein tónleikaserfrøðingur segði fyrr í vikuni, so var Reiley kanska tann einasti, sum ljóðaði sum 2023, so tað kann Rani taka við sær víðari, hóast hann er skuffaður í kvøld.

Eurovison-finalan verður leygarkvøldið, og nú eru 20 lond, sum hava vunnið sær víðari luttøku frá hálvfinalunum.

Spania Bretland, Frakland, Týskland og Italia eru longu tryggjaði luttøku til finaluna leygarkvøldið, tí tey gjalda mest fyri kappingina. Umframt hesi londini, so eigur vinnaratjóðin frá árinum fyri, sum í fjør var Ukraina, altíð pláss í finaluni í heimsins elstu tónleikakapping.

Les eisini...  Hoyr Dávid Reynheim og Teit Matras Gestsson seta orð á stórsteypasigurin hjá HB

(Mynd: Sarah Louise Bennett/EBU)