Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tokið koyrir víðari hjá City

Ilkay Gundogan og Erling Braut Haaland skoraðu í 3-0 sigrinum á Goodison Park ímóti Everton.

Everton og Manchester City stríðast í hvør sínum enda av stigatalvuni og nógv stóð uppá spæl í dag.

Fyrsta málið í dystinum fall, tá ið gott 37 minuttir vóru farnir. Ilkay Gundogan fekk eitt innlegg úr høgru síðu og fekk snara bóltin frammvið Jordan Pickford.

Tveir minuttir seinni var toppskjúttin Erling Braut Haaland aftur á plettinum, tá ið hann steig upp og skallaði bóltin í netið. Hettar var eisini hálvleikstøðan.

Nakrar minuttir inni í seinna hálvleiki kom dagsins mál, tá ið Ilkay Gundogan við einum frísparksperlu, fekk snara bóltin í vinstra hornið.

3-0 bleiv støðan og hettar merkir, at teir ljósabláu nú eru 4 stig frammanfyri Arsenal, við 3 dystum eftir at leika.

Hjá heimaliðnum er støðan verri, tá ið Everton er beint yvir niðurflytingarstrikuni og bert hava 1 stig niður til Leeds United.

Ein annar dystur var spældur á Gtech Community Stadium, tá ið Brentford og West Ham dystaðust. Støðan endaði 2-0 til Brentford við málið frá Bryan Mbeumo og Yoane Wissa.

Dystir vóru eisini ígjár og hesi vóru úrslitini:

Leeds – Newcastle 2-2 (1-1)

Southampton – Fulham 0-2 (0-0)

Manchester United – Wolves 2-0 (1-0)

Crystal Palace – Bournemouth 2-0 (1-0)

Chelsea – Nottingham Forest 2-2 (0-1)

Aston Villa – Tottenham 2-1 (1-0)