Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Newcastle taka eitt stórt fet ímóti Champions League

Newcastle hava ikki havt eydnuna seinastu tveir dystirnar ímóti Leeds og Arsenal, har tað er bert blivið til 1 stig. Í kvøld skuldu teir royna at reisa seg ímóti formsterku Brighton.

The Magpies vóru bert tveir sigrar frá einum Champions League plássi og hettar sást at verða tann týdningarmiklasti dysturin í hesum kappingarárinum.

Tað var eisini heimaliðið sum legði eitt stórt trýst í fyrra hálvleiki, tá tað sá út til at Brighton ikki kom framm á miðjuna teir fyrstu 20 minuttirnar.

Tá ið 22 minuttir vóru spældir, fekk Newcastle eitt horna í vinstru síðu. Her var Deniz Undav so óheppin at skalla bóltin í egið net og gav heimaliðinum føringina.

Newcastle hava verið farligir uppá deyðbóltar og hettar vísti seg eisini í hesum dystinum. Kieran Trippier við einum frísparkið legði inn fyri til Dan Burns, sum økti um munin til 2-0.

Hálvleiksstøðan var 2-0.

Í byrjanini av øðrum hálvleiki bleiv sjálv sami Deniz Undav spældur fríur og kundi leggja bóltin frammvið Nick Pope til 2-1.

Brighton hevði nakrar stórar kanónir á bonkinum í Mac Allister, Enciso og Ferguson. Venjarin De Zerbi avgjørdi at skifta hesar inn, tá ið 10 minuttir vóru farnir av øðrum hálvleiki.

Joe Willock fekk ein skaða og mátti út miskeiðis í øðrum hálvleiki, møguliga ein fipurspreinging í baklærið. Tað kann vantast, at hann missur teir seinastu dystirnar ímóti Leicester og Chelsea.

Nervøsitetur var at hóma hjá Newcastle, men tað var ikki nógv Brighton hevði at bjóða uppá.

1 minutt fyri leiklok bleiv Callum Wilson spældur fríur og hann kundi endiliga tryggja The Magpies sigurin.

Les eisini...  Manchester United keypir Rasmus Højlund

Bruno Guimaraes skoraði seinasta málið í dystinum, til endastøðuna 4-1.

NewcastleHagtølBrighton
34,2Possession %65,8
8Skot á mál2
21Skot í alt7
3,16xG (Expected goals)0,47
252Avleveringar503
11Taklingar14
9Klearingar13
6Horna1
1Offside2
2Gul kort4
0Reyð kort0
16Brot frammt15
Kelda – Premier League og xgscore

Hettar merkir at Newcastle er bert ein sigur frá at tryggja sær Champions League pláss, tað kann henda mánakvøldið á heimavølli ímóti botnliðinum Leicester.