Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóhan Petur fegnast um gott álopsspæl – Aleksandar iðrar seg um vánaligt verjuspæl

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Ólavur Larsen siga frá teimum átta málunum, ið komu í 7-1 (4-1) sigrinum hjá Víkingi á ÍF í Fløtugerði. Hoyr Ólav taka samanum eitt framúr gott avrik hjá Víkingi, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við høvuðsvenjararnar, Jóhan Petur Poulsen hjá Víkingi og Aleksandar Jovevic hjá ÍF, og við fermálsskjúttan, Sølva Vatnhamar hjá Víkingi. Jóhan Petur og Sølvi stórfegnast um góða offensiva avrikið hjá Víkingi, meðan Aleksandar er vónbrotin av vánaliga verjuspælinum hjá ÍF í dag.

Myndir: Rúni á Reynatrøð