Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Videobrot: Ótrúligi dysturin millum Sheffield Wednesday og Peterborough

Sheffield Wednesday megnaði í gjárkvøldið at vinna seg í play-off finaluna í League One, tá liðið vann móti Peterborough eftir brotssparkskapping í søguligum returdysti, eftir at Sheffield Wednesday hevði tapt fyrra dystin heili 4-0

Ongantíð áður hevur eitt lið, sum hevur verið í play-off í ensku deildunum, megnað at venda einum 4-0 tapi og vinna seg víðari, men í gjárkvøldið hendi tað ótrúliga, at Sheffield Wednesday, sum hevði tapt fyrra dystin móti Peterborough heili 4-0, at vinna seg í play-off finaluna í League One, ið er triðbesta deildin í Onglandi.

Sheffield Wednesday-spælararnir vóru ógviliga tendraðir til dystin, og komu eisini væl frá byrjan, tá liðið úr kenda ídnaðarbýnum legði seg á odda eftir bert átta minuttum eftir brotsspark.

The Owls, sum Sheffield Wednesday, verða róptir, løgdu seg á odda 2-0, tá 25 minuttir vóru leiktir.

Sheffield-spælararnir blivu við at trýsta, men tað var ikki fyrr enn 71 vóru leiktir, at Sheffield aftur fekk mál.

Støðan var eisini 3-0, tá fjórði dómarin í 90. minutti lyfti skeltið upp, har tað stóð, at átta minuttir vóru lagdir afturat vanligu leiktíðini.

Áskoðarafjøldin á Hillsborough-leikvøllinum brølaði sínar spælarar til álops, men ikki fyrr enn í seinasta minuttinum, sum dómari hevði lagt afturat, fekk Sheffield Wednesday fjórða málið, ið hevði við sær, at dysturin mátti út í longda leiktíð.

Í longdu leiktíðini var tað Peterborough, ið tók fyrsta stikkið, men tað mátti ein Sheffield Wednesday spælari til at hjálpa Peterborough at fáa mál, tá ein Sheffield spælari var so óheppin at beina bóltin í egið mál eftir fríspark. 4-1 til Wednesday, men nú var tað Peterborough, sum átti pláss í play-off finaluni.

Men Wednesday-spælararnir góvu ongantíð upp, og í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini skoraði Paterson fyri Wednesday.

Dysturin skuldi nú avgerast við brotsspørkum, og her skoraði Sheffield Wednesday øll síni fimm spørk, meðan Dan Butler brendi sítt spark fyri Peterborough.

Les eisini...  Útgávutiltak: Krypto og list í kvøld

Sheffield Wednesday skal í play-off finaluni spæla móti Barnsley ella Bolton, sum spæla seinna dystin í kvøld.

Play-off finalan verður spæld á Wembley tann 29. mai, har vinnarin av hesum dystinum skal spæla í næstbestu deildini í Onglandi komandi kappingarár.

Her eru nøkur videobrot frá dystinum í gjárkvøldið:

Longri brot av dystinum: