Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Savna nú undirskriftir at fáa giktalækna aftur í starv

Giktafelagið er farið undir at savna inn undirskriftir, um at fáa giktalæknan, Pero Soré, aftur í starv

Giktafelag Føroya er nú farið at savna undirskriftir, so at giktalæknin Pero Soré verður settur aftur í starv.

– Hetta gera vit, tí vit síggja, at konsulentskipanin als ikki riggar, og at hetta gongur út yvir okkara limir, skrivar felagið í einari yvirlýsing.

Giktafelagið sigur, at síðan Pero Soré ikki hevur verið í starvi á Landssjúkrahúsinum, hevur tað føroyska giktaøkið staðið í hóttafalli.

– Hetta er heilt greitt, tí síðan uppsøgnina, hava eitt ótal av ørkymlaðum giktasjúklingum vent sær til okkum, summi í svárari neyð, tí tey ikki sleppa framat einum lækna, eru sett á annan heilivág ella hava havt eitt keðiligt upplivilsi við einum konsulenti, við meira. Rætt og slætt hava vit ongantíð áður sæð eina slíka ónøgd og ótryggleika ímillum sjúklingar, sum vit síggja í hesum málinum. Hetta rakar heilt nógvar sjúklingar, og harvið eisini teirra avvarðandi.

Felagið vísir á, at eitt nú konsulentskipanin, sum er sett í verk, riggar ikki. Eisini er bíðitíðin, at sleppa framat giktalækna, økt munandi.

Umframt trupulleikarnir við konsulentunum, so hevur Giktafelagið sæð broytingar í mannagongdum innanhýsis á Landssjúkrahúsinum, sum eru komnar eftir at Pero Soré er farin.

– Giktafelagið hevur fleiri ferð víst á trupulleikarnar við konsulentskipanini, heiligvágnum og viðgerðini, bæði fyri leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og fyri Heilsumálaráðnum, men her tykist ikki at vera nøkur broyting at síggja, hóast giktalæknin sjálvur ynskir at sleppa aftur til arbeiðis.

“Eg síggi og hoyri fólk í neyð, og havi fingið nógvar forkláringar, sum vátta, at konsulentskipanin ikki riggar. Vit hava eina loysn, og hon kann loysast við bert at knipsa við fingrunum. Setið nú stoltleikan til síðis, so vit onnur ikki liggja í klemmu!”, skrivar ein, ið hevur skrivað undir átakið “Setið giktalæknan aftur í starv”.

Les eisini...  Ásla útbúgvin serlækni í almennum medisini

Ein annar skrivar, at “Pero hevur verið mín giktalækni øll árini síðan eg kom inn í skipanina og hevur hann hjálpt mær framúr. Eg havi ikki verið til nakra uppfylging síðan hann fór”.

Og ein triði skrivar soleiðis: “Fólk, ið standa mær nær, hava ikki fingið nøktandi hjálp í núverandi læknastøðuni. Vit hava tørv á einum eldhugaðum giktalækna sum Pero Soré”.

Serlæknafelag stevnt Landssjúkrahúsinum
Í vikuni frættist, at danska serlæknafelagið hevur stevnt Landssjúkrahúsnum í sambandi við uppsøgnina hjá Pero Soré, giktalækna. 

Tað váttaði Landssjúkrahúsið fyri Kringvarpinum. 

Danska serlæknafelagið vil hava Landssjúkrahúsið at ógilda uppsøgnina hjá Pero Soré, tí hann segði upp í sinnismuni, men slapp ikki at taka uppsøgnina aftur.