Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Viljormur: – Eg venji eins nógv sum áður

Hóast Viljormur Davidsen nú spælir í heimligu deildini, so venur hann eins nógv, ið hann gjørdi, tá hann spældi uttanlands

At Viljormur Davidsen nú spælir við HB í heimligu kappingini merkir ikki, at hann nú venur minni. Hann hevur sama hugburð sum tá hann spældi sum fulltíðaryrkisfótbóltsspælari uttanlands.

Hendan vikan hevur verið eitt sindur øðrvísi í landsliðsleguni, tí liðið millum annað hevur vitjað skúlar og verið meira sjónligt millum fólk. Prátað verður eitt sindur um tiltiknu Glyvraplen, Viljormur hevur slitið nógvar skógvar í asfaltinum har, men nú er graslíki komið á, og hann var glaður fyri løtuna, ið landsliðið hevði har fyrradagin.

Eisini var ein hugnaløta í gjárkvøldið, tá betra helvtin hjá føroysku landsliðsspælarunum vóru á vitjan á gistingarhúsinum, so familjurnar fingu møguleika at heilsa upp á hvønn annan.

Hoyr samrøðu við Viljorm her: