Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mina funnin á Lambavík

Sjóverjuskipið Hvidbjørnen hevur ligið í Lambavík í nakrar dagar, eftir at ein mina varð funnin har

Leygardagin hoyrdist eitt buldur í Lamba og Rituvík, sum hoyrdist um alla bygdina.

Talan hevur allarhelst verið um eina kontrolleraða spreinging av einari ella fleiri minum, sum ein stuttleikakavari sá á botninum miðskeiðis í farnu viku.

Miðlar.fo hevur sett seg í samband við Arktisk Kommando, men har kemur ein frágreiðing frá teimum seinni, vóru boðini vit fingu harfrá.

Men tað var í farnu viku, at ein stuttleikakavari var farin at kava skamt út fyri støðna í Lamba.

Her varnaðist hann okkurt á havsins botni, ið kundi týtt upp á var ein mina. Kavarin tók mynd av henni og sendi hana víðari til myndugleikarnar.

Tað gekk ikki rúm tíð, so kom Hvidbjørnen á Lambavík, har kavarar hava leitað eftir minum. Sambært myndini so hevur tað verið rættiliga nær landi, at minan er funnin. Eygnavitni greiðir frá, at – at síggja til – er talan kanska um meira enn ta einu minuna, men tað kann eisini vera, at bundið hevur verið um heilan fingur, og at leitað hevur verið eftir, um fleiri minur vóru at síggja.

Men leygardagin hoyrdist eitt ordans buldur í Lamba og Rituvík, og fólk í Lamba siga, at hetta ljóðið líktist ikki ljóðinum úr Grótbrótinum, tá ið sprongt verður har. Hetta hevur tí allarhelst verið ein kontrellað spreinging av antin einari ella fleiri minum.

Sum skilst eru tríggjar minur funnar, harav tvær teirra vórðu sprongdar leygardagin millum Lambavík og Rituvíkini.

Ein stuttleikakavari fann ein minu í síðstu viku, tá hann kavaði stutt út fyri støðna í Lamba.

Kavarar frá Hvidbjørnen hava í fleiri dagar kava í Lambavík, eftir at ein mina varð funnin har miðskeiðis í síðstu viku.