Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jón Rói Jacobsen kommunulækni í Berjabrekku

Jón Rói Jacobsen er settur í starv í nýstovnaðu viðtaluni í Berjabrekku

Heilsutrygd hevur sett Jón Róa Jacobsen í starv sum kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi. Jón Rói er settur í starv í nýstovnaðu viðtaluni í Berjabrekku.

Jón Rói Jacobsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar 2017, og fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini 29. februar 2024.

Hann virkar í løtuni í Læknahúsinum í Hoyvík sum liður í serlæknaútbúgvingini.

Jón Rói tekur við starvinum í viðtaluni í Berjabrekku tann 4. mars 2024.