Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gonzalo Montiel gjørdist hetjan – Sevilla hevur vunnið Europa League

Tað bleiv ein hektisk finala í Budapest, har kongarnir úr Sevilla enn einaferð kundi lyfta Europa League steypið.

Sevilla hevur nú vunnið kappingina sjey ferðir og eru klárt á odda sum kongar í Europa League.

Liverpool, Inter Milan, Juventus og Atletico Madrid hava lyft steypið 3 ferðir.

Roma byrjaði fyrra hálvleik best og kundi við neyvleika verið á odda 2-0.

Paulo Dybala fekk sítt comeback, eftir ein drúgvan skaða. Hann gjørdi bart og legði AS Roma á odda í fyrra hálvleiki. Hann bleiv miðskeiðis í øðrum hálvleiki útskiftur við Gini Wijnaldum.

Hálvleikstøðan var 1-0 til Roma.

Tað var eitt heilt annað Sevilla lið, man sá í øðrum hálvleiki.

10 minuttir inni í øðrum hálvleiki var Gianluca Mancini so óheppin at skjóta bóltin í egið mál, eftir einum innleggi frá Jesus Navas.

Dysturin eftir vanliga leiktíð endaði 1-1.

Í tí forlongdu leiktíð hendi ikki tað stóra og liðini sóu út til at verða nøgd við brotsparkskapping. Einasti møguleikin fekk Chris Smalling, tá ið bólturin fór á tvørstongina.

Brotsparkskappingin fór í gongd og ein av hetjunum var málverjin Bono. Málverjin gjørdi eisini bart fyri Morocco til HM í vetur, tá ið hann tók fleiri brotspørk.

Teir hvítu úr Spania fingu eisini møguleikan at skjóta tað fyrra brotsparki og tað var ímóti málinum hjá Sevilla áskoðarum. Tí kundi sigast, at tað var ein lítil fordeilur til tað spanska felagið.

Gianluca Mancini gjørdi sjálvmál í dystinum og hann var eisini so óheppin at brenna brotsparki fyri Roma.

Roger Ibanez brendi hitt brotsparki og tað lá nú til Sevilla at avgerða dystin.

Les eisini...  Søgan um fyrsta steypið

Tá ið tað fjórða og avgerðandi brotsparkið skuldi takast, bleiv tað í fyrsta umfarið tikið av málverjanum Rui Patricio. Dómarin Anthony Taylor vildi at brotsparki bleiv tikið umaftur, tá ið hann meinti, at málverjin ikki stóð á strikuni í tí skotið fall.

Gonzalo Montiel tók brotsparki umaftur og sendi Europa League steypið aftur til Sevilla við støðuni 4-1.

Montiel gjørdist eisini hetjan í HM finaluni í brotsparkskappingini.

Liðuppstilling

Byrjunaruppstilling hjá Sevilla – Bono, Alex Telles, Nemanja Gudelj, Loic Bade, Jesus Navas, Ivan Rakitic, Fernando, Bryan Gil, Oliver Torres, Lucas Ocampos, Youssef En-Nesyri

Bonkur – Marko Dimitrovic, Alberto Flores Lopez, Gonzalo Montiel, Karim Rekik, Tanguy Nianzou, Marcao, Joan Jordan, Erik Lamela, Papu Gomez, Manuel Bueno Sebastian, Suso, Rafa Mir

Venjari – Jose Luis Mendilibar Etxebarria

Byrjunaruppstilling hjá Roma – Rui Patricio, Roger Ibanez, Gianluca Mancini, Chris Smalling, Leonardo Spinazzola, Nemanja Matic, Bryan Cristante, Zeki Celik, Lorenzo Pellegrini, Paulo Dybala, Tammy Abraham

Bonkur – Pietro Boer, Mile Svilar, Rick Karsdorp, Diego Llorente, Benjamin Tahirovic, Mady Camara, Gini Wijnaldum, Eduardo Bove, Christian Volpato, Andrea Belotti, Nicolo Zalewski, Stephan El Shaarawy

Venjari – José Mourinho

Dystargongdin

Sevilla – AS Roma 1-1 (0-1)

35′ Paulo Dybala 0-1

55′ Gianluca Mancini (sjálvmál) 1-1

Forlongd leiktíð: 1-1

Brotsparkskapping: 4-1

Hjá Sevilla vóru hesir skjúttarnir – Lucas Ocampos, Erik Lamela, Ivan Rakitic, Gonzalo Montiel

Hjá Roma vóru hesir skjúttarnir – Bryan Cristante, Gianluca Mancini (brendi), Roger Ibanez (brendi)