Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Patrick skeyt sjeriffin men KÍ gloymdi at skjóta varamannin

Eftir ein linligan fyrra hálvleik, so byrjaði KÍ seinna hálvleik betur og klaksvíkingar løgdu seg eisini á odda 1-0, men heldur enn at økja um leiðsluna, slapp Sheriff Tiraspol inn aftur í dystin og fekk útjavnandi málið í fyrstu veruligu málroyndini

KÍ 1 – 1 Sheriff Tiraspol

Tórsvøllur: “I Shot The Sheriff” syngur Bob Marley, og rættiliga sigandi fyri dystin í kvøld, so skeyt Patrick Da Silva og KÍ sjeriffin, men teir gloymdu at skjóta hansara varamann.

KÍ tók í kvøld ímóti Sheriff Tiraspol, sum spældu bólkaspæl í Europa League í fjør við Manchester United, Real Sociedad og Omonia Nicosia. Tað sermerkta við Sheriff Tiraspol er, at liðið hevur einans tveir spælarar úr Moldova pluss ein brasilianara, ið roynir at gerast moldova-búgi. annars er restin útlendingar, teir flestu úr Afrika.

Venjarin hjá Sheriff er italienarin Roberto Bordin, og hann kenna vit eitt sindur til. Bordin stóð á odda fyri landsliðinum hjá Moldova frá januar í 2021 og restina av árinum, og stóð sostatt við róðrið, tá Føroyar leiktu 1-1 á Zimbru leikvøllinum í mars sama ár, og eisini á Tórsvølli seinni sama ár, tá Føroyar vunnu 2-1.

KÍ byrjaði dystin væl, og longu eftir tríggjar minuttir royndi Árni Frederiksberg seg við skoti, men Sheriff-málverjin fekk vart fyri.

Men tíðliga í dystinum sást, at Sheriff ikki var komið til Føroya fyri at leypa á. Spælararnir løgdu ikki so nógv fyri, sum kanska stúrt var fyri áðrenn dystin.

Tí var tað upp til KÍ at skapa dystin, men tað gekk heldur striltið at fáa gongd á álopsspælið, hóast KÍ var leikliga í yvirvág í fyrra hálvleiki, og høvdu eisini flestu málmøguleikar, men tað bleiv bara til líka við og næstan.

0-0 í hálvleikinum eftir ein linligan fyrra hálvleik.

Í byrjanini av seinna hálvleiki høvdu Sheriff-spælararnir heldur ikki hug at leypa á, so enn einaferð var tað upp til KÍ at skapa dystin.

Les eisini...  Íri spanskur meistari

Men hesa ferð tóku klaksvíkingar av.

Sjey minuttir inn í seinna hálvleik byggir KÍ spakuliga upp, eitt sindur henda vegin, eitt sindur hinvegin. Fremsti maður Luc Kassi var komin eitt sindur aftur á vøllin eftir bóltinum, og ótarnaður sleppur hann at venda sær, sendir gott innlegg innfyri, og har setur Patrick Da Silva høvdið á bóltin, sum fer via stongina inn í málið, og so var 1-0 til KÍ.  

Eitt korter seinni er uppskriftin tann sama, har KÍ brádliga koyrir meira ferð á álopsspælið. Odmar er komin væl framvið, skjýtur gott innlegg, og har skallar Jákup bóltin móti málinum, men Sheriff-málverjin bjargar sera væl.

Nú var útiliðið ávarað, men heldur enn at falla í fátt, so ressaðust Sheriff-spælararnir nakað eftir hetta. Og tað gav eisini at bíta, tá gott samanspæl á miðjum vølli endar við, at ein av mongu afrikonsku spælarunum Ngom Mbekeli kom at standa væl fyri við KÍ-brotsteigin, og hann kundi, rættiliga ótarnaður, javna fyri sjeriffarnar úr Transnistria.

KÍ royndi at svara aftur beinavegin, og átti allarhelst at fingið brotsspark, tá Odmar varð feldur í brotsteiginum, men málspark, segði dómarin úr Slovenia.

Men hóast tað var lívligt síðstu løtuna av dystinum, so hendi ikki meira í dystinum.

1-1 á Tórsvølli, og møguleikin hjá KÍ at koma í bólkaspælið í Europa League livir enn, tá KÍ um eina viku skal vitja í landinum, sum ikki er til – útbrótaralýðveldið í Moldova, Transnistria.

Byrjanaruppstillingin hjá KÍ sá soleiðis út (3-4-3):

Jonathan Johansson – Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren – Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Deni Pavlovic, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Sivert Gussias