Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gundogan gjørdist sigursharri á Wembley

Tað skuldi bert ganga 13 sekundir, áðrenn Ilkay Gundogan kundi leggja Manchester City á odda í F.A Cup finaluni ímóti Manchester United. Eitt flott skot, sum hann sendi upp í høgra horn.

Hettar er eisini ta skjótasta málið í einari F.A Cup finalu. Rekordhaldaran var annars Louis Saha, tá ið hann í 2009 skoraði aftaná 25 sekundum í dystinum millum Chelsea og Everton.

Eftir gott ein hálvan tíma, ákærdu Manchester United leikarnir fyri hond á Jack Grealish. Paul Tierney fór út at tjekka VAR og dømt var brotspark til Manchester United.

Bruno Fernandes plagar at verða sikkur á brotsparksplettinum og hann sveik heldur ikki hesuferð. Hann javnaði til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Tað skuldi ikki ganga meira enn 6 minuttir av øðrum hálvleiki, áðrenn bólturin aftur lá í netinum hjá David De Gea. Tað var aftaná eitt hornaspark, sum Ilkay Gundogan við einum høggið uttan fyri feltið, sendi bóltin í netið og Manchester City vóru á sigurskós.

Dysturin endaði 2-1 til Manchester City og hettar er sostatt sjeyndu ferð at The Citizens kunnu lyfta F.A Cup steypið.

Manchester City hava nú tryggja sær Premier League og F.A Cup, men kunnu í næstu viku eisini tryggja The Treble. Leygardagin tann 10. juni skulu teir dystast ímóti Inter Milan í Champions League finaluni.