Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgtingsins umboðsmaður ger ikki meira við stjórasetanina í Vestmanna skúla

Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt enn eina klagu í sambandi við umstríddu setanina av skúlastjóra í Vestmanna skúla, men meira verður ikki gjørt við málið

Málið um skúlastjóran í Vestmanna skúla sær nú út til loksins at hava fingið ein enda, og Løgtingsins umboðsmaður hevur nú aftur sent eitt skriv til Barna- og útbúgvingarmálaráðið, har tað hesaferð verður gjørt greitt, at hóast Løgtingsins umboðsmaður er atfinningarsamur móti landsstýrismanninum í málinum, so verður ikki meira gjørt við málið.

Umboðsmaðurin hevði fingið eina klagu frá umsøkjaranum, ið hevði søkt starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla, og um var innstillaður sum nummar eitt til starvið av setanarnevndini.

Sum kunnugt fekk viðkomandi ikki starvið, og ístaðin varð Alis Højsted sett sum skúlastjóri.Í sambandi við klagu frá hesum sama vrakaða umsøkjara gav Løgtingsins umboðsmaður 1. Juli í fjør táverandi Uttanríkis- og mentamálaráðnum átalu fyri ikki at hava givið klagaranum nøktandi grundgeving fyri, hví viðkomandi ikki varð settur í starv, hóast viðkomandi var innstillaður sum nummar eitt til starvið.

Hóast klagarin hevur fingið eina grundgeving síðani, so hevur klagarin aftur klagað hesa grundgevingina, tí mett verður ikki, at grundgevingin er góð nokk.

Klagarin fýltist á, at Uttanríkis- og mentamálaráðið hevði lagt so stóran dent á viðmæli, hóast hetta ikki var krav í starvslýsingini. 

Løgtingsins umboðsmaður undrast á, at landsstýrismaðurin ikki hevði tikið stig til at kanna, um viðurskiftini í viðmælunum hjá Alis Højsted kundi samanberast við viðurskiftini hjá klagaranum.

-Umboðsmaðurin vísti á, at sum meginregla er tað ikki ósakligt at leggja dent á viðmæli, ið umsøkjari hevur lagt við sínari umsókn. Tó helt umboðsmaðurin tað vera atfinningarsamt í ítøkiliga málinum, at landsstýrismaðurin hevði lagt avgerandi dent á ávís viðurskifti í viðmælunum hjá tí, ið var tilnevndur sum nr. 2, uttan at gera eina roynd at fáa eina sambæriliga lýsing av umsøkjaranum, ið var tilnevndur sum nr. 1, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Les eisini...  Heilsaðu BK Häcken við KÍ-bannara

Grundað á, at báðir umsøkjararnir av setanarnevndini vórðu mettir skikkaðir at røkja starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla, rúmu tíðina, ið var fráliðin, og at starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla síðani hevði verið lýst leyst av nýggjum, ger umboðsmaðurin samanumtikið ikki meira við málið.