Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fýra vilja vera skúlastjóri í Vestmanna

Fríggjakvøldið á midnátt var freistin at søkja starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla úti

Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna var lýst leyst í august. Anna Maria Reinert Jensen, sum tók við sum skúlastjóri í Vestmanna skúla í januar, tók í september við skúlastjórastarvinum í Hoyvíkar skúla.

Í Vestmanna skúla eru 169 næmingar í 1.-10. flokki. Skúlin hevur eisini serflokk, Melin, sum er eitt serligt skipað undirvísingartilboð.

Í lýsingini verður sagt, at talan er um eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har skúlastjórin skal mynda skúlan námsfrøðiliga og fyristingarliga og skipa samstarvið við avvarðandi partar.

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans, har høvuðsuppgávurnar eru at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og dygd, at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning.

Fyrimunir hava teir umsøkjarar, sum hava leiðsluroyndir og skeið ella útbúgving í leiðslu.

Í skúlanum starvast 21 lærarar og tveir námsfrøðiligir stuðlar. Starvið verður sett frá 15. oktober 2023 ella so skjótt sum til ber.

Kelda: Skúlablaðið