Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leysatíðindi – Harry Kane til Real Madrid

Tey seinastu leysatíðindi snúgva seg um Harry Kane, Youri Tielemans, Rasmus Højlund, Christian Pulisic og Axel Disasi.

Harry Kane úr Tottenham til Real Madrid – Karin Benzema er farin úr felagnum, tí skal ein avloysari finnast í álopinum. Her hevur tað spanska stórfelagið fingið eyga á tann enska landsliðsáleyparan, sum hevur eitt prísskelti á umleið 100 mió pund.

Harry Kane hevur verið settur í samband við Manchester United seinastu tíðina. Men nú skuldi Real Madrid verið klárir at bjóða uppá tann 29 ára gamla áleyparan, tað skrivar spanski journalisturin Guillem Balague.

Harry Kane hevur spælt 435 dystir og skorað 280 mál fyri Tottenham.

Kelda: BBC & Guillem Balague

Sannlíkindi: Miðal

Youri Tielemans úr Leicester til Aston Villa – Tann belgiski landsliðsleikarin er uttan felag tann 30. juni, aftaná at Leicester flutti niður úr Premier League og hava frígivið heili 7 leikarar. Her ímillum Youri Tielemans, sum er nú settur í samband við Birmingham felagið, Aston Villa.

Tielemans er 26 ára gamal og hevur spælt við Leicester síðani summarinum 2019, tá ið hann bleiv keyptur úr Monaco.

Aston Villa endaðu á einum 7. plássið í ár og skulu aftaná summarferiuna luttaka í Conference League. Men tað kann roknast við, at fleiri eru um boði eftir tann belgiska miðvallaran.

Kelda: The Athletic

Sannlíkindi: Miðal

Rasmus Højlund úr Atalanta til Manchester United – Tann danski landsliðsáleyparin er á blokkinum hjá Erik Ten Haag. Rasmus Højlund hevur spælt 32 dystir í Seria A og skorað 9 mál. Í mars skoraði hann eisini hattrik fyri danska landsliðið ímóti Finlandi.

Sambært TalkSport hevur danin eitt virði á 40 mió pund.

Manchester United fara sannlíkt eftir tveimum áleyparum í summarferiuni, ein av teimum er Rasmus Højlund.

Les eisini...  85.000 kr. um dagin - her býr Harry Kane

Kelda: TalkSport

Sannlíkindi: Miðal

Christian Pulisic úr Chelsea til AC Milan – Brahim Díaz hevur verið í AC Milan í 3 ár, aftaná at hava verið á láni úr Real Madrid. Nú vantast hann at fara aftur til Real Madrid.

Tí hevur AC Milan sæð seg møguleikan at fáa fatur í tí 24 ára gamla amerikanarnum. Pulisic hevur verið nógv skaddur og spælitíðin hevur verið avmarkað hjá Chelsea.

Tann skjóti vongleikarin hevur sáttmála við London felagið til 2024.

Kelda: Gianluca DiMarzio

Sannlíkindi: Yvir miðal

Axel Disasi úr Monaco til Manchester United – Í verjupartinum vil venjarin hjá Manchester United eisini styrkja seg. Kim Min-jae úr Napoli hevur verið nevndur, men teir síggja út til at fáa kapping úr Newcastle.

Axel Disasi verður nevndur sum eina plan-B hjá Erik Ten Haag.

Virðið sigst at verða umleið 35 mió pund fyri verjuleikarinum úr Monaco. Disasi leikti allar 38 dystirnar hjá Monaco í Ligue 1, tá ið teir endaðu á einum 6. plássið.

Kelda: L’Equipe

Sannlíkindi: Yvir miðal