Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar bjóða verðini av

Sunnudagin 17. mars vera áhugaverdir “landsdystir” millum Føroyar og eitt heimslið, mannað við útlendsku úrmælingunum í Føroyum

Á heimsliðnum hjá monnum eru leikarar úr Serbia, Brasil, Argentina, Kanada, Australia, Ukraina og Póllandi.

Á heimsliðnum hjá kvinnum eru leikarar úr Brasil, Serbia, Argentina, Peru, Turkalandi og Slovakia.

Báðir dystirnir verða spældir í Kollafirði:

Kvinnurnar spæla klokkan 13, meðan menninir spæla klokkan 15.

Hóast hesir útlendsku spælararnir ikki hava spælt á landsliðunum fyri síni lond, so kunnu vit til stuttleika nevna, hvat hesi lond hava vunnið í teimum størstu kappingunum, OL og HM:

OL, menn:
Brasil 3 gull, 3 silvur
Serbia 1 gull (tá sum Jugoslavia)
Pólland 1 gull, Argentina 2 bronsu

HM, menn:
Brasil: 3 gull, 3 silvur, 1 bronsu
Serbia 1 bronsu
Jugoslavia 1 silvur
Pólland 3 gull, 2 silvur
Argentina 1 bronsu

EM, menn:
Pólland 2 gull, 5 silvur, 4 bronsu
Serbia 2 gull, 3 bronsu
Serbia & Montenegro 1 bronsu
Jugoslavia 1 gull, 1 silvur, 4 bronsu

OL, kvinnur:
Brasil 2 gull, 1 silvur, 2 bronsu
Peru 1 silvu
Serbia 1 bronsu
Turkaland 1 gull, 2 silvur, 3 bronsu

HM, kvinnur:
Brasil 4 silvur, 1 bronsu
Peru 1 silvur, 1 bronsu
Serbia 2 gull
Serbia & Montenegro 1 bronsu

EM, kvinnur:
Serbia 3 gull, 3 silvur, 1 bronsu
Jugoslavia 1 bronsu
Tjekkoslovakia 1 gull, 4 silvur, 3 bronsu

Oyggjaleikir, menn:
Føroyar 1 gull, 5 silvur, 7 bronsu

Oyggjaleikir, kvinnur:
Føroyar 7 gull, 6 silvur, 3 bronsu