Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

85.000 kr. um dagin – her býr Harry Kane

Hetta er tað Harry Kane hevur goldið fyri svituna hann býr í síðani hann flutt til München.

Man má siga at Harry Kane er gull verdur í Bayern München, har hann í fyrstu 10 dystirnar hevur skorað heili 15 mál í Bundeliguni. 3 hattrick eru tað blivin til eisini, so sigast má at hann hevur fingið eina góða byrjan síðan hann flutti úr Tottenham til Bayern.

Familjan er enn í Onglandi og  síðani Kane flutti til München, hevur hann búð á marglætis hotellinum Vier Jahreszeiten Kempinski, eitt tað dýrasta hotellið í München.

Kostnaðurin fyri náttina er 85.000 kr men tá hann nú fær 3,5 milliónir krónum um vikuna, so hevur hann nokk ráð til tað.

Tað bleiv sagt áður at hann skuldi flyta inní eini marglætishús í bygdini Grunwald, sum er beint uttanfyri München, men Kane leitar enn eftir røttu húsunum til sín og familjuna.

Síggj myndir av hotellinum her:

https://www.thesun.co.uk/sport/24642842/harry-kane-hotel-1million-tab-bayern-munich/

Kelda: the Sun