Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ranieri og Cagliari flyta upp í Serie A

Tann 71 ára gamli Claudio Ranieri tók við starvinum tann 23. desember, tá ið felagið lá nummar 14 í Serie B.

Tann 23. desember í fjør tók tann 71 ára gamli Claudio Ranieri við sum venjari hjá Cagliari. Tá lá felagið nummar 14 í Serie B.

Cagliari megnaði hettar hálva árið at flyta heili níggju pláss upp til nummar 5 og tryggjaðu sær luttøku um uppflyting.

Á vegnum til uppflytingarfinaluna varpaðu teir bæði Venezia og Parma út.

Í kvøld var so uppflytingardystur á Stadio San Nicola millum Bari og Cagliari, um at flyta upp í Serie A.

Tann fyrri dysturin endaði 1-1 á Unipol Domus leikvøllinum í Cagliari.

Tá ið 94 minuttir vóru leiktir, skoraði innskifti Leonardo Pavoletti og tryggjaði Cagliari pláss í Serie A næsta kappingarár.

Claudio Ranieri er kanska mest kendur fyri meistaraheitið við Leicester, men eisini sum landsliðsvenjari hjá Grikkalandi, tá ið Føroyar vunnu 1-0 í Piraeus.