Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Finaluplássið hjá Fleyr í klønum tráð eftir ósigur fyri KÍF

Á Giljanesi staðfesti Dráttur formliga sítt finalupláss við 3-0 sigri á nr. 3, SÍ, sum kortini nærkaðist hinum finaluplássinum, tí kappingarneytin Fleyr var fyri lemjandi tapi fyri KÍF

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Fleyr – KÍF 1-3 (20-25, 25-20, 24-26, 29-31)

KÍF hevur hótt tey stóru fleiri ferðir í ár, men avrikini gjøgnum heilar dystir hava tó verið ov óstøðug til at røkka á mál – til í gjárkvøldið, tá KÍF á útivølli vann 3-1 á Fleyr á øðrumplássi. Úrslitið er rættiligt skot fyri bógvin hjá Fleyr, sum nú tykist hava spælt sær av við finaluplássið. Matematiskir møguleikar eru framvegis, men teir eru fáir. Fleyr, sum framvegis er tvey stig frammanfyri SÍ, kann í mesta lagi vinna sær seks stig aftrat í sínum tveimum írestandi dystum, har annar er ímóti Drátti. SÍ hevur hinvegin tríggjar dystir eftir: Mjølnir (tvær ferðir) og TB.

Í dystinum í gjár gekk galið hjá Fleyr longu í fyrsta setti, har Fleyr annars var á odda 11-6, men eftir 20-20 vann KÍF fimm bóltar á rað og settið 25-20, og so var Fleyr illa kroyst, tí nú skuldu næstu trý settini vinnast, ella fór tað at kosta stig, og tað hevði Fleyr ikki ráð til, skuldi vónin um FM-finalu varðveitast.

Fleyr tóktist tó at hava tamarhald á støðuni og var á odda alt annað sett, har munurin hevði hug at økjast heldur enn at minka, til Fleyr vann settið 25-20.

Soleiðis helt gongdin á í triðja setti, og Fleyr spældi seg til 7 settbóltar við støðuna 24-17. KÍF yvirlivdi tann fyrsta við smassji frá brasilsku Luanu Luciano, sum setti av aftan fyri álopslinjuna. Síðan fór 16 ára gamli hevarin Ása Thorkildshøj at serva, og hon servaði og servaði og servaði til KÍF fyrst javnaði til 24-24 og síðan vann settið 26-24!

Les eisini...  Føroyskar sagnir úr fronskum sjónarhorni

Í fjórða setti skiftust liðini um at vera á odda, og settið mundi ongan enda fingið. Fleyr var fyrst at fáa settbólt við støðuna 24-23, men misnýtti hann og tveir aðrar, og so kundi KÍF loksins við sínum fjórða dystarbólti tryggja sær settið 31-29 og dystin 3-1.

Dráttur – SÍ 3-0 (30-28, 25-14, 25-20)
Samstundis sum SÍ fekk eina hjálpandi hond frá KÍF, gjørdu sørvingar tað teir kundu fyri at vinna sær enn størri fyrimun fram um Fleyr við at vinna stig ímóti oddaliðnum Drátti.

SÍ lá til at vinna fyrsta sett, tá støðan var 24-20 til teirra, men Jórunn Elisdóttir Wang servaði væl fyri Drátt, sum javnaði, og við fjórða settbóltinum vann heimaliðið loksins 30-28.

Í øðrum setti sprakk Dráttur avstað og vann lættliga 25-14, áðrenn SÍ aftur gjørdi ein vørr í triðja setti og legði seg á odda 16-10. Hetta fór tó alt fyri mutur og skutur, tá Dráttur vann 10 av næstu 11 stigunum og legði seg á odda 20-17, áðrenn lok var lagt á við úrslitinum 25-20.

Eingin hevur ivast í, at Dráttur fór at gerast annað av liðunum í FM-finalunum, men við sigrinum í gjár er tað endiliga formliga staðfest, at eingin kann taka Drátt aftur, og tí fær Dráttur eisini heimavøll í fyrru finaluni.

Hjá SÍ restar lítið í at tryggja sær hitt finaluplássið. Fær Fleyr ikki stig í sínum næsta dysti, sum er ímóti Drátti (13. apríl), so er nóg mikið hjá SÍ at vinna tveir av sínum trimum írestandi dystum (um teir geva trý stig hvør), sum eru ímóti Mjølni (heima og úti) og TB (úti). Næsti dystur hjá SÍ er heima ímóti Mjølni 7. apríl.

Les eisini...  Í bólki saman við Armenia, Lettland og Norðurmakedónia

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Nr.LiðDystirSettmunurStig
1Dráttur153340
2Fleyr161631
3151129
4TB14021
5Mjølnir15-1019
6KÍF15-1215
7Ternan14-381

Kelda: Flogbóltssamband Føroya