Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Magne Hoseth er koyrdur

Hann náddi at vera høvuðsvenjari í Lyngby í 50 dagar

Ein bumba brast í danska fótbóltsheiminum í morgun. Magne Hoseth er koyrdur úr sínum starvi sum venjari í Lyngby.

Sjálvur er Magne avkláraður við støðuna.

– Eg vil gjarna siga takk til bæði hópin, starvsfólkini og leiðsluna í Lyngby. Hóast steðgurin gjørdist stuttur, so havi eg kent meg vælkomnan her frá fyrsta degi, og fólk hava tikið væl ímóti mær, mínum virðum og hugskotum. Takk til leiðsluna at vísa mær álit og geva mær hendan møguleikan, sigur Magne Hoseth við heimasíðuna hjá Lyngby Boldklub.

Fyrrverandi KÍ-venjarin stóð við Lyngby-róðrið í tveir dystir, sum báðir endaðu við teprum tapum. Fyrst eitt 3-2 tap fyri FC Norðursælandi og síðan eitt tepurt 1-0 tap fyri Randers.

Magne Hoseth varð keyptur leysur av sínum sáttmála við KÍ, og loysti íslendingin Freyr Alexandersson av, tá íslendingurin fór til belgiskan fótbólt.

Lyngby hevur tvey stig niður til niðurflytingarstrikuna og Vejle, og skal sunnudagin spæla ein avgerandi dyst móti Hvidovre, ið liggur niðast í donsku superliga´ini.

Fyribils fara hjálparvenjararnir í Lyngby, Mikkel Beckmann og Mads Kristensen, at standa á odda fyri liðnum komandi tíðina.