Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gunnar Vatnhamar: – Tað koyrir væl í løtuni

Hann er mettur at vera besta keypið í íslendskum fótbólti hetta kappingarárið. Sjálvur er Gunnar Vatnhamar nøgdur við byrjanina í íslendskum fótbólti, sum hann vónandi eisini kann vísa á landsliðnum. Hoyr samrøðu við Gunnar Vatnhamar her

Íslendskur fótbóltsmiðil og ein fótbóltsserfrøðingur vóru avgjørdir í farna mánað, tá teir skuldu siga, hvør hevur verið besta keypið í íslendsku deildini hetta kappingarárið: Gunnar Vatnhamar, vóru hesir á einum máli um.

Sjálvur er Gunnar Vatnhamar nøgdur við byrjanina í íslendskum fótbólti, har hann vísir á, at felagið hevur hjálpt honum væl fyrstu tíðina, meðan hann hevur verið í Íslandi.

Hann vónar, at góða gongdin í Íslandi sæst aftur á landsliðnum.

Hoyr samrøðu við Gunnar Vatnhamar her: