Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hugin Samuelsen til F.C Hoyvík

1. deildarfelagið hevur fingið sína fyrstu tilgongd, nú flytingargluggin aftur er opin

Tann 24 ára gamli havnamaðurin hevur skrivað sáttmála við F.C Hoyvík, sum nú er komin heim eftir lesnað.

Hettar váttar F.C Hoyvík á teirra Facebook vanga.

Hann er uppaldur í B36, men í fjør skifti Hugin til B68. Hann leikti 9 dystir fyri toftamenn og skoraði 2 mál í Betri Deildini.

Hugin Samuelsen er 1,88 metur og kann spæla á miðvøllinum ella í álopinum.

Flytingargluggin er opnaður aftur í dag og letur aftur tann 12. juli.