Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FC Hoyvík skal hava nýggjan venjara

Málmans- og landsliðslegendan gevst sum venjari hjá FC Hoyvík, har hann hevur verið venjari í kappingarárinum 2023. VIt hava tosað við partarnar

Hann hevur staðið sum venjari hjá FC Hoyvík í 28 dystum. Av teimum hevur hann vunnið 11 dystir, javnað fýra dystir og tapt 13 dystir.

Vit hava tosað við Fróða Danielsen, formann í FC Hoyvík, og hann váttar hetta fyri okkum.
– Partarnir tosaðu saman eftir júst lokna kappingarár, og vóru samdir um ikki at halda fram við samstarvinum.

Tá vit spyrja nærri at hvørjar orsøkirnar vóru, sigur formaðurin: – Hesin skilnaður var púra ódramtiskur, og tað er ongin ónøgd viðvíkjandi avrik og úrslitum.

– Felagið ynskir at takka Jens Martin Knudsen fyri samstarvið, eitt samstarv sum hevur verið sera læruríkt og mennandi fyri felagið á leiðini framá, leggur Fróði Danielsen afturat at enda.

Vit hava sett okkum í samband við Jens Martin Knudsen. Eisini hann váttar, at hann verður ikki venjari hjá FC Hoyvík í 2024. Tá vit spyrja um hvørjar orsøkirnar munnu vera, vísur hann til formannin í felagnum.