Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsstýrismaðurin fer at endurskoða fosturtøkulógina

- Galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956 og er í nógvar mátar ótíðarhóskandi, skrivar landsstýrismaðurin á heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum

Nógv kjak hevur staðist av fosturtøkulógini, og landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen heldur, at tíðin er nú komin til at endurskoða lógina og gera hana meira tíðarhóskandi.

– Galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956 og er í nógvar mátar ótíðarhóskandi, skrivar landsstýrismaðurin á heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum.

Landsstýrismaðurin sigur, at fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og í næstum verður farið undir at at lýsa málið nærri.

– Løgmálaráðið fer í hesum sambandi at hava fundir við áhugabólkar, felagsskapir og onnur, ið kunnu metast at hava týðandi vitan ella áhuga í arbeiðinum, eins og ætlanin er at kanna nærri, hvussu okkara norðurlendsku grannar hava skipað teirra lóggávu á økinum. Síðani kunnu vit nýta teirra bestu royndir sum fyrimynd í okkara lóggávuarbeiði, sigur hann.

Bjarni K. Petersen vísir á, at tað kann taka nakað av tíð at endurskoða lógina og at gera eitt nýtt lógaruppskot, men hetta er nakað, sum verður raðfest.

Kelda: Løgmálaráðið