Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útgávutiltak: Krypto og list í kvøld

Í sambandi við útgávuna av fyrstu kryptofrímerkjunum í Norðurlondum, Stamps of Maybe, bjóðar Posta til spennandi tiltak í kvøld klokkan 17 í Perluni

Í skjótt 50 ár hava føroysk frímerkir spælt ein týðandi leiklut í at spjaða føroyska mentan, list og náttúru til savnarar og áhugað kring heimin. Føroysk frímerkir eru kend fyri at boða frá nýhugsan, og ongantíð áður eru kryptofrímerkir útgivin í Norðurlondum.

Krypto og list er eitt forkunnugt og ókeypis tiltak, sum bæði hugkveikir og kunnar um mentan, list og um hesa serstøku fyrstuútgávuna frá Frímerkjadeildini á Posta.

Hvat eru kryptofrímerkir? Hvussu kann list gerast talgild, og hvussu kemur føroysk mentan til sjóndar gjøgnum eitt nú nýggjastu útgávuna hjá Posta? Hetta og mangt annað verður á skránni, tá ið listakvinna og arkitektur, Laila Mote, Heiðrik á Heygum umframt Frímerkjadeildin leggja fram.

Heiðrik á Heygum og Guðrið Hansdóttir framføra.

Tiltakið byrjar klokkan 17 í Perluni í Havn. Sí meira á vanganum hjá Posta á sosialum miðlum.

Høvi verður at fáa sær okkurt gott og leskiligt til góman.

Avmarkað pláss er til tilkakið.