Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðsluljósini sløkt á Marknagilsvegnum leygardagin

Ferðsluljósini verða sløkt á Marknagilsvegnum í Havn í morgin, leygardagin 17. juni frá klokkan 12.30-15

Í sambandi við FM-súkklukappingina, ið verður leygardagin 17. juni, og sum endar úti á gamla Velbastaðvegnum, verða øll trý ferðsluljósini á Marknagilsvegnum sløkt, meðan súkklukappingin fer fram frá klokkan 12.30 til klokkan 15.

Í hesum sambandi koyrir leið 2 og leið 7 frá klokkan 12.30 til 16 ikki eftir gamla Velbastaðvegnum, men eftir Velbastaðvegnum.

Kelda: Tórshavnar kommuna