Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Andoni Iraola avloysir Gary O’Neil í Bournemouth

Bournemouth hava í dag loyst Gary O'Neil úr starvi og sett tann spanska Andoni Iraola sum nýggjan høvuðsvenjara.

Fyrr í dag bleiv boðað frá, at Bournemouth hevði loyst Gary O’Neil úr starvið. Tann 40 ára gamli enski venjarin avloysti Scott Parker tíðliga í kappingarárinum 2022/23 og fekk teir upp á eitt 15. pláss í Premier League, sum uppflytarar.

Í staðin hava The Cherries sett tann spanska Andoni Iraola í starv sum nýggjan høvuðsvenjara á ein 2 ára sáttmála. Iraola kemur úr Rayo Vallacano, sum endaðu á einum 11. plássið í La Liga.

Andoni Iraola byrjaði sína venjaraleið í AEK Larnaca og fór síðani til CD Mirandés, áðrenn hann í 2020 bleiv høvuðsvenjari hjá Rayo Vallacano.