Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Teir vórðu ikki tiknir

Í dysti nr. 300 hjá Arsène Wenger setti Arsenal ferð á.

Tann 10. februar 2002 vann Arsenal 1-0 á útivølli ímóti Everton, sum hevði bæði Paul Gascoigne og David Ginola á liðnum. Tað var samstundis dystur nr. 300, sum Arsène Wenger stjórnaði Arsenal. Við sigrinum byrjaði ein røð av 14 sigrum á rað, sum tryggjaði the Gunners meistaraheitið og sigursrøðin fylgdi inn í nýggja kappingarárið.

Undan dystinum lá Arsenal nr. 4 aftan fyri Liverpool, Newcastle og Manchester United, men hevði eisini spælt færri dystir enn tey liðini. The Toffees lógu hinvegin 15. plássi, 20 stig aftanfyri, men dysturin gjørdist nógv meira spennandi enn stigatalvan bendi, tí Everton framman fyri 31.000 áskoðarum á Goodison park gav the Gunners skarpan gang.

Dysturin varð ikki væl leiktur og 5 gul kort vórðu latin; øll til Arsenal-leikarar. Gestirnir tóktust trekir og seinir í fyrra hálvleiki. Tað var eisini eitt heppið mál, sum tryggjaði sigurin, tá Sylvain Wiltord umvegis skinnanbeinið lobbaði eitt innlegg frá Patrick Vieira upp um Richard Wright í Everton-málinum og í málið í 62. minutti.

Tað ørkymlaði felagsstjóran hjá Everton, Walter Smith, at dómarin sýtti fyri at døma tvey umbiðin brotsspørk seint í dystinum og dysturin endaði 0-1 til Arsenal. Arsenal endaði við at vinnar allar írestandi 12 landskappingardystirnar fram móti meistaraheitinum. Teir settu ikki stig til aftur, fyrr enn teir í 2. umfari í kappingarárinum 2002-03 spældu ein 2-2 javnleik ímóti West Ham.

Arsenal liggur í løtuni á 3. Plássi í Premier League aftan fyri Liverpool og Manchester City. Í morgin møtast West Ham og Arsenal á London leikvøllinum kl. 14.00