Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tilmeldingin til Ungt Summar letur upp í dag klokkan 14

Klokkan 14 í dag letur Tórshavnar kommuna upp fyri tilmeldingum til Ungt Summar

Ungt summar er ein verkætlan hjá Tórshavnar kommunu, ið fevnir um 14 verkstovur, sum 13-15 ára gomul kunnu luttaka í. Endamálið er at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivna millum tey 13-15 ára gomlu í kommununi.

Verkstovurnar í ár eru hesar:

  • Tekniverkstova
  • Seymiverkstova
  • Prent/Grafikkverkstova
  • E-sportsverkstova
  • Livestreaming-verkstova
  • Heimasíðuverkstova
  • Smúkkuverkstova
  • Sangskrivaraverkstova
  • Tónleikaframleiðsluverkstova
  • Filmsviðgerðarverkstova
  • Dungeons & Dragons-verkstova
  • Leikstjóraverkstova
  • Leirverkstova


Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Margarinfabrikkini. Har kanst tú eisini lesa meira um ymisku verkstovurnar.

Ungtsummar2023 (fabrikkin.fo)

Stongt verður fyri tilmeldingum týsdagin 27. juni kl. 13. Plássini verða lutað út í tí raðfylgju, tey verða umbiðin.

Til ber at lesa meira um Ungt Summar her.