Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Varaborgarstjórin mælir til aðra staðseting av nýggja tjóðleikhúsinum

- At tosa um at seta 8.000 fermetrar av til Tjóðleikhús á Burstanga er ikki í tráð í samtyktina hjá býráðnum - ein ætlan, sum ger seg inn á okkara íløgur og inntøkumøguleikar, sigur varaborgarstjórin og limur í Havnanevndini í Havn, Annfinn Brekkstein

– Ført verður nú fram, at býráðið longu hevur samtykt at leggja hetta økið av til staðseting av nýggjum Tjóðleikhúsi. Hetta er ikki heilt rætt og stríðir ímóti tí, sum áður er samtykt, nevnliga at seta av 4.000 fermetrar frá Farstøðini inn ímóti býnum – og ikki 8.000 fermetrar á Bursatanga.

Tað sigur varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu og limur í Havnanevndini, Annfinn Brekkstein.

Havnanevndin hjá Tórshavnar kommunu samtykti í gjár ikki at gera leigusáttmála um økið til Tjóðleikhús á Eystaru Bryggju í Havn, soleiðis sum politiska ætlanin annars hevur verið.

Málið farið av sporinum
Sjálvur heldur Annfinn Brekkstein, at eitt Tjóðleikhús als ikki hoyrir heima í einum maritimum vinnuumhvørvi. Hann heldur, at tað eru fleiri onnur støð og umhvørvi í Havnini, har eitt tjóðleikhús hevði verið meira hóskandi at staðsett, eitt nú í Sortudíki.

– Tað ber ikki til at frásiga sær heilar 8.000 fermetrar beint upp at havnarøkinum, har t.d. eitt reiðarí er við at byggja bygningar fyri 240 milliónir krónur og tvey nýggj farmaskip. Eg kann ikki góðtaka at skerja møguleikarnar hjá Tórshavnar Havn at mennast og skapa inntøkur – tað krevur pláss, sigur limurin í Havnanevndini.

Varaborgarstjórin í Havn vísir á, at Tórshavnar Havn gevur brutto umleið 75 milliónir krónur í inntøkum árliga, og at eini 500-700 arbeiðspláss eru knýtt at bryggjukantinum.

– Eg taki tí undir við tilmælinum frá stjóranum í Tórshavnar Havn um at sleppa hesari ætlanini og fari at heita á tey, sum fyrireika hesa verkætlanina um at finna aðra hóskandi staðseting, sigur Annfinn Brekkstein.

Les eisini...  Her eru seinastu minuttirnir í dystinum í dag

– Tilmælið frá stjóranum í Tórshavnar Havn er sera greitt, væl undirbygt og vísir m.a., hvussu virksemið hjá Tórshavnar Havn verður skert frá framtíðar menning við at seta av heilar 8.000 fermetrar til Tjóðleikhús við havnarøkið. Soleiðis sum málið hevur útviklað seg og fyriliggur í løtuni, so er tað einasta rættað, at málið nú verður lagt fyri býráðið fyri at finna eina nýggja hóskandi staðseting, vísandi til tilmælið frá stjóranum í Tórshavnar Havn, sigur Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu og limur í Havnanevndini í Tórshavnar kommunu.