Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sylvinho var nøgdur við úrslitið

Venjarin hjá Albania var nøgdur við úrslitið, men helt at liðið hjá sær brendi ov nógvar málmøguleikar. Eisini mátti hann sissa sínar spælarar í hálvleikinum, eftir at Føroyar høvdu javnað beint fyri hálvleikssteðgin

(Tórsvøllur): Tað var ein sera fryntligur Sylvinho, ið kom á tíðindafund eftir dystin. Tað hoyrdist, at Sylvinho hevur spælt í Onglandi, tí hann dugdi væl at samskifta á enskum. Tó bleiv hann ofta avbrotin av sínum umsetara, ið skuldi umseta ensku spurningarnar frá føroysku pressuni til albanskt, áðrenn fyrrverandi vinstri bakkurin hjá Arsenal og Barcelona kundi svara spurningunum á enskum.

Hann legði fyri við at siga, at teir vistu frammanundan, at dysturin móti Føroyum fór at verða torførur, tí spælt verður á graslíki, og at vindur og regn kann órógva mótstøðuliðini, ið vitja í Føroyum, men tað bilti ikki í kvøld, helt Sylvinho.

– Vit eru sera nøgdir at vit fingu hendan sigurin í hús. Tá tað enn var 2-1 til okkum í stóran part av seinna hálvleiki, var dysturin enn opin, og bæði liðini høvdu sínar málmøguleikar. Eg byrjaði at stúra fyri, at tit fóru at javna, men lukkutíð avgjørdu vit dystin móti dystarenda, sigur Sylvinho.

Áttu at avgjørt dystin í fyrra hálvleiki
Sylvinho var nøgdur við úrslitið í kvøld, men helt at liðið hjá sær brendi ov nógvar málmøguleikar.

– Vit áttu at avgjørt dystin í fyrra hálvleiki, tá vit fingu brotsspark, men í og við, at vit brenna brotssparkið, so hendir tað ofta, at hitt liðið ressast og fær eyka orku. Og tað var sum at fáa eitt spark í búkin, tá Føroyar javnaði beint fyri hálvleikssteðgin. Eg mátti sissa mínar spælarar í hálvleikinum, tí har var eitt sindur av órógv í hópinum, tí brúkti eg stóran part av hálvleikinum at tosa mínar spælarar til rættis, soleiðis at vit kundu finna fokus aftur til seinna hálvleik, sigur Sylvinho við FM1 á tíðindafundinum.

Les eisini...  Politiið tikið tíggju í ár sum hava koyrt ávirkað av rúsevnum

Hann rósti føroysku spælarunum fyri áræði, og at ongantíð geva upp, og hann væntar eisini, at onnur lið fara at fáa trupulleikar, tá tey vitja her á Tórsvølli.