Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skal ganga skjótt og ómakaleyst at sleppa av við pantið

– Tað er sera týdningarmikið, at komandi pantskipanin er so smidlig sum gjørligt, so at føroyingar ómakaleyst kunnu sleppa av við alt sítt pant á einum staði, heldur Handilsvinnufelagið, sum fríggjadagin var á hoyringsfundi í rættarnevndini í samband við uppskotið um nýggja pantskipan

Tað er eingin loyna, at fólk hava ávísar avbjóðingar av at sleppa av við sínar pantáløgdu fløskur og dósir, og at fáa pantið aftur.

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, hevur gjørt greitt, at tað hevur stóran týdning at vit fáa nýggja lóg um pant á íløtum, tí tað skal vera møguligt hjá viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað.

– Tí skulu vit seta sum útgangsstøði, at øll sølustøð, sum selja pantáløgd íløt, hava skyldu til at taka ímóti øllum pantáløgdum íløtum og at rinda pant fyri tey, segði landsstýriskvinnan í desember í fjør.

Høvuðsendamálið við uppskotinum er at gera tað møguligt hjá viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað, og tí verður ásett sum útgangsstøði, at øll sølustøð, sum selja pantáløgd íløt, hava skyldu til at taka ímóti øllum pantáløgdum íløtum og at rinda pant fyri tey.

Handilsfelagið vísir á, at tað er sera týdningarmikið, at komandi pantskipanin er so smidlig sum gjørligt, so at føroyingar ómakaleyst kunnu sleppa av við alt sítt pant á einum stað.

Víst verður á, at trupulleikin við galdandi lóg er, at handlar bara hava skyldu at endurrinda pant fyri vørur, sum teir sjálvir selja, so kundin má aloftast í fleiri handlar fyri at fáa pantið aftur.

– Ein annar vansi við galdandi lóg er, at hon bara fevnir um íløt til øl, mineralvatn og aðrar lidnar leskidrykkir. Rákið í londunum uttan um okkum er, at meira tilfar skal fáast inn til endurvinningar við at panta íløt til fleiri úrdráttir, t.d. djús, saft, smoothie og most, stendur at lesa í uppskotinum.

Les eisini...  Landsstýriskvinnan fingið tilmæli um jarðhitaboringar

IRF pantumsitari
Lógaruppskotið byggir á, at tað verður ein pantumsitari, ið fær alla ábyrgdina av at heinta inn íløt kring landið, skilja tey, gjalda sølustøðunum pant og fáa íløtini send til endurnýtslu og endurvinningar.

– IRF hevur samtykt at átaka sær skylduna sum pantumsitari sambært tí nýggju løgtingslógini. Hetta er ein stór uppgáva, tí havast skal í huga, at við umleið 15 milliónum pantáløgdum íløtum, sum sambært kanningum hjá IRF er minsta nøgdin, sum væntast kann í 2025, skal IRF handfara umleið 68.000 íløt hvønn gerandisdag í árinum, stendur at lesa í uppskotinum.

Pantumsitarin fær eitt rakstrargjald fyri hvørt framleitt og innflutt ílat, sum skal rinda fyri útreiðslurnar, sum pantumsitarin hevur av umsiting, rakstri, eftirliti og íløgum í sambandi við pantskipanina.

– Rakstrargjaldið fer væntandi at liggja um 50 oyru fyri hvørt ílatið, sambært uppskotinum.