Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljóðsamrøða: Leitaðu í eitt døgn eftir fiskimonnum

Jóin Ellingsgaard og manning hansara umborð á Thor Frigg bjargaðu fimm sjómonnum í vikuskiftinum, eftir at leitað hevði verið eftir teimum í eitt samdøgur

Jóin Ellingsgaard og manning hansara umborð á Thor Frigg bjargaðu í vikuskiftinum fimm av manningini á einum brasilskum fiskifari, sum var sokkið í brasilskum sjóøki.

Tað var um 20-tíðina lokala tíð fríggjakvøldið í farnu viku, at skip har á leiðini fingu boð um, at eitt fiskifar var sokkið. Skiparin á hesum brasilska fiskifarinum hevði sent eini boð til beiggja sín gjøgnum appina Whatsapp, at skipið var í holt við at søkka. Bróðurin boðaði so myndugleikunum frá, ið so heittu á skip á leiðini at fara at leita eftir fiskifarinum, ið var sokkið.

Thor Frigg var á leiðini, og fór eisini at leita eftir fiskifarinum. Nakað eftir midnátt var Thor Frigg frammi, har sum fiskifarið seinast var sædd, men har var einki at síggja.

Leitað var bæði leingi og víða, men so vit eitt fær Jóin Ellingsgaard eyga við eitt reytt ljós í havsbrúnni. Siglt bleiv ímóti hesum ljósi, og løtu seinni fingu teir eyga á blunkandi ljós á sjónum, og tað vísti seg at vera bjargingarbáturin hjá brasilska fiskifarinum, sum var sokkið.

Í bjargingarbátinum vóru fimm mans, sum allir komu umborð á Thor Frigg. Eftir at menninir høvdu fingið heit klæðir og heitt at drekka, fór Jóin Ellingsgaard at tosa við manninginga á brasilska fiskifarinum, fyri at fáa at vita, hvat var hent.

Hann fær at vita, at upprunaliga vóru tað átta mans við fiskiskipinum, men tríggir teirra lupu í havið, tá skipið fekk ein sjógv, sum gjørdi tað, at skipið legði seg á liðina.

Thor Frigg sigldi menninar til lands, har familja hjá fiskimonnunum, bygdafólk og tíðindafólk frá bæði brasilskum útvarpi og sjónvarpi tóku ímóti Thor Frigg í býnum Itajaí, sum liggur miðskeiðis millum Porto Alegre og Sao Paolo í Brasil.

Les eisini...  Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov nógv

Teir fimm, sum Thor Frigg bjargaði og tann sætti, sum varð bjargaður av brasilsku sjóbjargingini hava tað eftir umstøðunum gott.

Tað er Thor í Hósvík, sum eigur Thor Frigg.