Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arsenal og Manchester City í kríggj um Declan Rice

Leingi hevur verið líkt til, at Declan Rice fór at skifta til Arsenal. Men nú sær út til, at Manchester City eisini vilja bjóða uppá tann enska landsliðsleikaran.

Arsenal hevur havt tvey boð uppá tann 24 ára gamla miðvallaran úr West Ham, men The Hammers hava noktað boðini. Seinasta boðið ljóðaði uppá 75 mió pund við 15 mió pund í “add-ons”.

West Ham vilja hava umleið 120 mió pund fyri Declan Rice, tí er langt millum partarnar í løtuni.

Men nú skulu Manchester City hava bjóðað uppá Declan Rice, sambært Kaveh Solhekol úr Sky Sports.

Sum tað var skrivað í gjár, so fer Ilkay Gundogan til F.C Barcelona. Tí er líkt til, at Manchester City fer at leita eftir einum beinleiðis avloysara fyri Gundogan.

Miðvallarin Mateo Kovacic er væl ávegis úr Chelsea til Manchester City fyri 30 mió pund. Her kundi tað hugsast, at Pep Guardiola fór at keypa Kovacic fyri at styrkja um breiddina.

Um so er at Declan Rice verður seldur, so hava West Ham møguligar avloysarar. The Hammers vilja hava tveir miðvallarar, teir eru Joao Paulhinha og Alex Scott, sambært The Guardian.

Alex Scott verður sæddur sum tað næsta stjørnuskotið í Englandi. Hann er 19 ára gamal og spælur í løtuni við Bristol City í The Championship. Hann hevur spælt 91 dystir og skorað 6 mál, eisini hevur hann umboðað tað enska U-20 landsliðið.